Sáttmáli um Talgilda Samleikan undirskrivaður

28. juni 2017

Samtak millum Klintra og Føroya Tele fer at menna talgilda samleikan. Tað varð endaliga greitt, tá ið samtakið í dag undirskrivaði sáttmála við Gjaldstovuna um at gera føroyskan talgildan samleika.

Talgildi Samleikin hevur verið boðin út sum alment útboð. Tá freistin var farin 20. juni, vóru tvey tilboð komin inn – eitt frá Elektron og eitt frá samtakinum Klintra og Føroya Tele. Grundað á góðsku- og prísmetingar av tilboðunum, varð tilboðið frá Klintra/Føroya Tele mett sum tað betra tilboðið og samráðingar vórðu tí tiknar upp við samtakið. Tilboðið at menna og seta í verk loysnina ljóðar á 16,4 mió. kr.

Eftir summarfrítíðina verður farið í holt við at menna loysnina, og við ársbyrjan 2019 kunnu allir føroyingar vænta sær at sleppa at nýta nýggja Talgilda Samleikan.

Talgildi Samleikin er partur av víðfevndu verkætlanini Talgildu Føroyar. Við Talgildu Føroyum fáa vit eitt talgilt undirstøðukervi í Føroyum, sum fer at savna allar talgildu træðrirnar hjá borgarum, myndugleikum og vinnu, so gerandisdagurin verður lættari, og vit fáa effektivari og smidligari talgildar mannagongdir. Ítøkiliga verður Talgildi Samleikin brúktur til eyðmerking, innritan og undirskrift hjá øllum borgarum á talgildum tænastum, so sum tænastuportalum og netbankum.

Við undirskrivaða sáttmálanum í dag er sostatt týdningarmikið stig tikið á leiðini at talgilda Føroyar.

Starvsfólk hjá Klintra og Føroya Tele, ið fara at menna loysnina hava frá byrjan víst eldhuga fyri og góða fatan av, hesi spennandi og eisini avbjóðandi uppgávu – ein uppgáva, sum eingin hevur ment her á landi áður.

Vit ynskja tí Klintra og Føroya Tele til lukku og blíðan byr við at menna hetta týdningarmikla talgilda undirstøðukervi, ið liggur fyri framman.

Share