Hugtøk í Heldini
Sum við einari hvørjari tøkniligari skipan, eru fleiri hugtøk í Heldini, sum skulu skiljast fyri at skipanin kann virka optimalt.
Vevtænasta
Fyri at allir dátugrunnarnir skulu kunna dátusamskifta, er neyðugt við einari vevtænastu, sum kann knýtast upp í Heldina.
Luttakari
Ein luttakari er ein myndugleiki, virki ella felag, sum hevur knýtt eina ella fleiri KT skipanir í Heldina, fyri at kunna fáa og lata upplýsingar millum aðrar luttakarar. Luttakari er felagsheiti fyri vevtænastuveitarar og vevtænastubrúkarar.
KT Skipan
Fyri at samskifta á Heldini skal luttakarin tilmelda eina KT Skipan (subsystem/client). Heldardepilin skrásetur KT skipanir eftir umbøn frá luttakara, og er sostatt myndugleikin ið avger hvørjar KT skipanir verða skrásettar.
Vevtænastuveitari
Tá ein luttakari eigur eina vevtænastu, sum umsitur dátur sum aðrir myndugleikar kunnu umbiðja, verður hann umrøddur vevtænastuveitari. Hetta er til dømis, tá Fólkayvirlitið eigur dátur um persóntøl og bústað á einari vevtænastu, sum eitt nú Taks skal hava atgeingi til fyri at kunna útvega einum borgara ársuppgerð.
Vevtænastubrúkari
Tá ein luttakari hevur eina skipan, sum kallar eina vevtænastu hjá einum vevtænastuveitara, verður hann umrøddur vevtænastubrúkari. Hyggja vit aftur at døminum við Fólkayvirlitinum og Akstovuni, er Akstovan í hesum førinum vevtænastubrúkari, tí hon skal heinta dátu frá Fólkayvirlitinum.
Málið við Heldini er, at tá tú flytir bústað, fært tær nýtt eftirnavn, osfr, so skalt tú nú bert siga Fólkayvirlitinum frá, og ikki eisini bankanum, Akstovuni og so framvegis.