Heldin_538x289_nytt.png

Ansible installatión

Tað ber til at installera frá einari Linux teldu inn á trygdarambætaran, og hetta er smart, um fleiri skulu installerast, ella um tað skal gerast fleiri ferðir. Um ikki talan er um fleiri servarar, so ber eisini til at installera á trygdarambætaranum sjálvum. Servarin skal setast at autentikera við lyklum, so at scriptið kann koyra automatiskt.

Aftrat Ansible er Python og Git eisini neyðugt at hava installerað, so í stuttum er tað nokk at koyra:

sudo apt-get update

sudo apt-get install git

sudo apt-get install ansible

Annars ber eisini til at installera Ansible eftir hesari vegleiðingini: https://docs.ansible.com/ansible/latest/installation_guide/index.html

Brúkarin, sum installerar, skal kunna koyra sudo uttan password, tí skal hendan reglan í /etc/sudoers: <brúkari> ALL=(ALL) NOPASSWD:ALL

Har <brúkari> er brúkarin, sum skal installera. Redigera sudoers við visudo. Legg til merkis at raðfylgjan hevur alt at siga, so reglan skal aftast. Brúka visudo til redigeringina, so tað ikki endar galið.

sudo visudo

Tá hetta er gjørt, kanna so um til ber at koyra t.d. ”sudo ls -a ” uttan password. Um hetta ber til, so er rætt uppsett.

At enda skal login uttan password setast upp við:

ssh-keygen
ssh-copy-id <ip-adressa-á-trygdarambætara>

Síðan skal okkara repository clonast við git clone:

git clone https://github.com/nordic-institute/X-Road.git
cd X-Road/ansible/hosts

Redigera síðani config fíluna til Ansible installatiónina.

nano example_xroad_hosts.txt

Kommentera alt út og skriva ip-adressu ella DNS-navn á servara, sum installerast skal á, og brúkaran, sum tú hevur gjørt til installeringina t.d. soleiðis

Testa at tú fært koyrt ”ssh <brúkari>@<ip-adressu>” uttan password og síðan ”sudo ls -a” uttan password við ip-adressu og brúkara, sum tú tastaði inn í example_xroad_hosts.txt.

Um tað riggar, koyr so:

cd..
ansible-playbook -i hosts/example_xroad_hosts.txt xroad_init.yml

At enda skal ein tillaging installerast, so at krypteringin er við 3072 bits heldur enn 2048 bits. Tað verður gjørt við kommandoini:

sudo apt install xroad-securityserver-fo

Reboota servarin tá alt er installerað. Logga inn aftur og strika helst regluna við ”nopasswd” í suoders fíluni. Áset eitt gott password til xrd brúkaran við:

sudo passwd <password>

Har tað stendur <password>, skalt tú velja eitt loyniorð til brúkaran.

Far so á https://<ip-adressu>:4000 og logga á við user ”xrd” og password, sum tú ásetti beint omanfyri.  url’urin leiður til myndina niðanfyri.

 

Share