Tað skal vera einfalt at senda brøv í Mínboks, og tí er ein vevtænasta ment, sum sendir postin umvegis Heldina.
Við vevtænastuni á Heldini fáast nýggir hentleikar til Mínboks.
- Kannið, hvør hevur Mínboks: Tit vita, um móttakarin
brúkar Mínboks ella annan hátt at samskifta. - Samskifti við freistum: Tit kunnu fáa váttað, at borgarin
hevur lisið brævið. - Skjótari og lættari: Tit avgera sjálvi, um borgarar skulu
kunna svara brøvum í Mínboks, - Sendið post við egnari fakskipan: Tað er lætt at
sameina samskifti í Mínboks við tykkara fakskipanir sum
t.d. Skjalhald, 360 ella Nema Journal. Við einum ískoytisforriti kunnu tit senda brøv beinleiðis úr tykkara skipan.
Harumframt kunnu móttikin brøv verða journaliserað
beinleiðis í rætta málið.
Tað er neyðugt at vera á Heldini fyri at brúka nýggju vevtænastuna. Eru tit á Heldini frammanundan, kunnu tit, í flestu førum, brúka verandi uppsetan til at knýta í vevtænastuna.
Í leinkinum niðanfyri er vegleiðing um, hvussu tit kunnu senda í Mínboks umvegis Heldina:
Mínboks á Heldini