Mínboks

Mínboks á Heldini

Allir tænastuveitarar kunnu nú brúka Mínboks umvegis Heldina. Við vevtænastuni á Heldini fáast nýggir hentleikar til Mínboks, ið ikki vóru áðrenn, t.d. at kanna um borgarar hava Mínboks ella um brøv eru lisin.

Tað er ein fortreyt at vera á Heldini fyri at brúka Mínboks vevtænastuna. Allir tænastuveitarar kunnu brúka Mínboks vevtænastuna á Heldini

Niðanfyri er vegleiðing um, hvussu tit knýta í vevtænastuna á Heldini.

  • Stig 0 Fyrireiking

    Áðrenn farið verður at brúka Mínboks vevtænastuna, skulu tit fyrst knýta í Heldina.

    Í leinkinum niðanfyri er vegleiðing um at knýta í Heldina:
    Knýt í Heldina

    Les meira um Mínboks vevtænastuna í leinkinum niðanfyri:
    Mínboks vevtænastan

    Gerið tykkum eisini tankar um, hvussu Mínboks skal sameinast við tykkara arbeiðsskipan, so sum 360, Nema Journal ella aðrar fakskipan.

  • Stig 1 Knýt í Heldina

    Tað er ein fortreyt at vera á Heldini fyri at brúka Mínboks vevtænastuna.

    Les meira um, hvussu tit knýta í Heldina í leinkinum niðanfyri

    Knýt í Heldina

    Um tit eru á Heldini frammanundan, kunnu tit brúka verandi ambætara til Mínboks. Vit mæla tó til, at at eitt serstakt subsystem verður gjørt til endamálið.

    Mínboks vevtænastan er tøk í test- og produktionsumhvørvum.

    Hóast atgongd bara verður givin til vevtænastuna á testumhvørvinum í fyrstu atløgu, kunnu tit gera uppseting til bæði umhvørvini beinanvegin.

  • Stig 2 Atgongd til vevtænastu í testumhvørvinum

    Áðrenn tit kunnu senda umvegis Mínboks vevtænastuna, skal Heldarbrúkarin (subsystemið) hava atgongd til Mínboks vevtænastuna.

    Sendið Talgildu Føroyum umbøn um atgongd á heldin@talgildu.fo.

    Í teldupostinum upplýsa tit hvør Heldarbrúkari skal hava atgongd til Mínboks vevtænastuna í testumhvørvinum. Tit fáa beinleiðis boð, tá ið Talgildu Føroyar hava avgreitt umbønina.

  • Stig 3 Royn íbinding í testumhvørvinum

    Tá ið knýtið í Heldina er avgreitt, og Heldarbrúkarin hevur fingið atgongd til Mínboks vevtælnastuna, er klárt at fara undir at royndarkoyra integratiónina í testumhvørvinum.

    Teknisk test fongur fyri seg á vevtænastuni, har tit fáa boð, um brævið er komið rætt fram.

    Fyri at kanna, hvussu brævið sær út, tá ið tað er komið ´Mínboks hjá móttakaranum, fáa tit atgongd til Vangan í testumhvørvinum, har tit kunnu síggja endaligu brøvini.

    Testuppsetanin verður gjørd í samstarvi við Talgildu Føroyar.

  • Stig 4 Verkset í produktionsumhvørvi

    Tá ið integratiónin í testumhvørvinum er nøktandi, er klárt at verkseta integratiónina í produktiónsumhvørvinum. 

    Sendið Talgildu Føroyum umbøn um atgongd á heldin@talgildu.fo.

    Í teldupostinum upplýsa tit, hvør Heldarbrúkari skal hava atgongd til Mínboks vevtænastuna í produktiónsumhvørvinum. Tit fáa beinleiðis boð, tá ið Talgildu Føroyar hava avgreitt umbønina.

    Tá ið atgongd til vevtænastuna er avgreitt er klárt at senda brøv í produktioónsumhvørvinum.

Share

Samband

Set teg í samband við Jens Petur Andreasen, virkisrøktara, á jenspetur@talgildu.fo