Hero-Samleikin-Innritan.jpg

Samleikin til tænastuveitarar

Fyri tænastuveitarar er tað ein stórur fyrimunur at brúka Samleikan sum innritan.Tað ikki skulu stovnast fleiri ymiskar skipanir fyri tær einstøku tænasturnar, har eyðmerking og innritan eru. Talgildu Føroyar skráseta allar brúkararnar, og tryggja at tað verður rætti viðkomandi, ið fær atgongd til tænasturnar.

Ein felagsloysn fyri alt samfelagið viðførur munandi sparingar fyri allar partar, bæði í tíð og umsiting. Brúkaraupplivingin verður eisini betri, tí tú ritar inn á ein og sama hátt.

  • Les um at søkja um knýta í Samleikan

    Um tit vilja gerast tænastuveitarar á Samleikanum, skulu tit senda Talgildu Føroyum umsókn. Tað er Samleikastýrið, ið viðgerð umsóknina, og tit fáa boð so skjótt, sum avgerð er tikin.

    Umsóknin er í leinkinum niðanfyri og skal sendast til talgildu@talgildu.fo

    Umsókn um at knýta í Samleikan

  • Les um tekniskar vegleiðingar til Samleikan

    Í leinkinum niðanfyri eru tekniskar vegleiðingar og skjalfesting um at knýta í Samleikan

    Service provider guides

  • Les um Onboarding Guide

    Í framløguni niðanfyri er yvirlit yvir, hvussu tú knýtir í Samleikan sum tænastuveitari. Framløgan er á enskum.

    Samleikin Onboarding Guide

  • Les um tænastusáttmálan fyri Samleikan
Share

Samband

Set teg í samband við Jens Petur Andreasen, virkisrøktara, á jenspetur@talgildu.fo