Kostnaður fyri Samleikan
Tænastuveitarar rinda tvey gjøld fyri at brúka Samleikan sum innritan til egnar talgildar tænastur.
Íbindingargjald
Íbindingargjaldið er eingangsupphædd á 15.000 kr.
Rakstrargjald
Rakstrarkostnaðurin fyri Samleikan er býttur í tríggjar bólkar eftir árligum umsetningi ella starvsfólkatali.
| Árligur umsetningur | Starvsfólkatal | Árligt rakstrargjald |
Bólkur 1 | undir 10 mió. kr. | undir 10 | 5.000 kr. |
Bólkur 2 | 10 til 50 mió. kr. | 10 til 50 | 25.000 kr. |
Bólkur 3 | yvir 50 mió. kr. | yvir 50 | 70.000 kr. |
Rakstrargjaldið verður rindað árliga. Almennir stovnar rinda ikki rakstrargjald fyri Samleikan.