9. mai 2019 samtykti Føroya Løgting lóg um talgildan samleika, sum tryggjar løgfrøðiligu karmarnar. Far til lógina í leinkinum niðanfyri

Um Samleikan
Samleikin er trygg, skynsom og brúkaravinalig loysn, sum stovnar og fyritøkur kunnu brúka sum innritan til egnar talgildar tænastur.
Tað eru nógvir fyrimunir við at brúka Samleikan.
- Eingin óviðkomandi fær atgongd til dátur og tænastur
- Tit nýtast ikki skipa brúkaranøvn og loyniorð
- Brúkarin hevur eina og somu innritan til nógvar tænastur
- Samleikin hevur høgt trúvirði, tí loysnin lýkir altjóða standardar
- Flestu føroyingar yvir 13 ár hava longu fingið sær Samleikan og brúka hann sum innritan til Vangan, netbankarnar og aðrar talgildar tænastur
- Les um lógarkarmarnar um Samleikan
- Les um Samleikan sum tvey faktor innritan
Samleikin er ein trygg loysn, ið livir upp til altjóða trygdarkrøv. Tøknin byggir á tvey-faktor góðkenning. Hetta merkir millum annað, at tú skalt ígjøgnum tvey stig, tá ið tú ritar inn á eina talgilda tænastu. Hesi eru:
hava Samleikan hjá tær fyri at góðkenna innritanina.
skriva loynitalið, ið tú hevur valt
- Les um Samleikan á app og geyma
Samleikin kann brúkast sum app ella geymi. Samleika appir verða nógv nýttar í øðrum Norðurlondum, og hava tær havt við sær, at talið av innritanum er nógv hækkað. Flest øll hava telefonina við hondina og kunnu tí lætt rita inn á talgildar tænastur.
Um tú ikki hevur snildfon ella teldil kanst tú fáa ein geyma við at venda tær til brúkaratænastuna á Staravegi 9 í Havn á telefon 1881.
Appin kann brúkast at rita inn á telefon, teldil og teldu. Geymin kann bara brúkast at rita inn á teldu.
Appin og geymin lúka somu høgu trygdarkrøv.
Les meira á heimasíðuni hjá Samleikanum.
- Les um menning og rakstur av Samleikanum
Samleikin er mentur av samtakinum Klintra / Føroya Tele.
Elektron stendur fyri at reka Samleikan og veita brúkarahjálp.
- Les um navn og búmerki
Nógv orka er løgd í navn og búmerki hjá Samleikanum. Dentur er lagdur á, at Samleikin skal verða lættur at kenna aftur, og at hann kann nýtast í øllum sløgum av samskifti.
Búmerkið ímyndar eitt eyga og ein lykil, og hvussu hesi eru samanbundin. Hetta er ein týðandi liður í Samleikanum, ið er persónligi lykilin til talgildar tænastur.
Litirnir í búmerkinum umboða norðlýsið, hvørs dansandi ljós minnir um eina himmalska stjørnulind, sum blaktrar yvir fjallatind.Navnið er valt í eini verkstovutilgongd, har málkøn fólk og aðrir áhugabólkar viðgjørdu fleiri enn 100 navnauppskot.
Far til samskiftisskjáttuna í leinkinum niðanfyri fyri at fáa búmerkir og litir.
- Les um altjóða góðkenning av Samleikanum
Gjaldstovan hevur fingið altjóða góðkenning sum ein álítandi veitari av talgildum tænastum, vanliga nevnt Trust Service Provider. Hetta merkir, at Samleikin lýkur altjóða krøv á bæði tekniska og fyriskipanarliga økinum.
Góðkenningin og váttanin koma frá grannskoðaravirkinum BSI Group, sum hava vitjað í Føroyum og tryggjað, at allir partar av Samleikanum lúka høgu krøvini í standardinum ETSI 319 411-1.
Far til góðkenningina í leinkinum niðanfyri: