9. mai 2019 samtykti Føroya Løgting lóg um talgildan samleika, sum tryggjar løgfrøðiligu karmarnar. Far til lógina í leinkinum niðanfyri
Talgild undirskrift
Samleikin kann brúkast sum talgild undirskrift, tá ið tú skalt hava vísur í, hvør ein brúkari er.
Talgild undirskrift hevur sama rættarvirknað sum vanlig handskrivað undirskrift, tv.s. at tín undirskrift við talgildum blekki er eins bindandi, sum hon tú skrivar á papír við penni og blekki.
Tá ið tú skrivar undir, skalt tú í gjøgnum somu mannagongd, sum tá ið tú ritar inn.
- Les um lógarkarmarnar
- Les um hvar talgilda undirskriftin verður brúkt
Samleikin verður brúktur sum undirskrift á Vanganum, í føroysku netbankunum og hjá Skriva
Føroysku peningastovnarnir brúka eisini Samleikan sum undirskrift, men Talgildu Føroyar umsita ikki tekniska partin.