Talgildu_Vangin_Skrivstovu.jpg (1)

Kostnaður fyri Vangan

Kostnaðurin fyri at tænastuveitarar á Vanganum er býttur í trý: íbindingargjald, menningarkostnaður og rakstrargjald.

Íbindingargjald

Íbindingargjald er er eingangsupphædd á 15.000 kr.

Menningarkostnaður

Fyri hvørja tænastu, ið skal bjóðast fram á Vanganum er ein kostnaður. Kostnaðurin býttir í tvey: Greiningarkostnaður, sum er eitt fast gjald, og menningarkostnaður, har gjaldið verður roknað eftir, hvussu fjøltáttað tænastan er. Sí meira um kostnaðin í menningarsáttmálanum.

Kommunurnar á Vanganum eru partur av samstarvsfyriskipan, ið tryggjar at menningin verður framd á ein slíkan hátt, at tað er so synsamt sum gjørligt í mun til arbeiðsorku, kostnað og endurnýtslu.

Rakstrarkostnaður

Rakstrarkostnaðurin fyri Vangan er býttur í tríggjar bólkar eftir árligum umsetningi ella starvsfólkatali. Almennir stovnar rinda ikki rakstrarkostnað. Kommunur rinda eftir serstakari avtalu.

 Árligur umsetningurStarvsfólkatalMánaðarligur kostnaður
Bólkur 1Undir 10 mió kr.Undir 101.667 kr.
Bólkur 210-50 mió kr.10-503.750 kr.
Bólkur 3Yvir 50 mió kr.Yvir 505.833 kr.
Share

Samband

Set teg í samband við Jens Petur Andreasen, virkisrøktara, á jenspetur@talgildu.fo