Eitt samstarv millum Talgildu Føroyar og stovnar byrjar við einum fundi, har ið vit tosa um, hvat Vangin kann bjóða tykkum í mun til sjálvgreiðslur, kalendaran og útstilling av dátum.
Um áhugi er at byrja eitt samstarv, verður farið undir at gera eina sokallaða empathy map greining. Greiningin gevur okkum eina betri fatan av málsøkinum, kundunum, vissjónini og avbjóðingunum hjá einstaka tænastuveitaranum.
Við borgaranum í miðdeplinum verður síðani farið í gongd við at menningararbeiðið. Vit finna í felag út av, hvat krevst tøkniliga og fyrisitingarliga fyri at fáa stovnin við á Vangan.