Eysturkommuna á Vanganum

31. august 2022

Nú kunnu íbúgvar í Eysturkommunu fara inn á Vangan og avgreiða viðurskifti síni við kommununa talgilt.

Tað búgva 2.200 fólk í kommununi, ið fevnir um Leirvík og Gøtu.

Eysturkommuna er fjórða kommunan, ið bjóðar fram talgildar tænastur umvegis Vangan. At byrja við kunnu borgarar í kommununi fara á Vangan, tá ið tey skulu søkja um

  • Byggiloyvi
  • Dagstovnapláss
  • Frípláss
  • Heimapart
  • Mentanarstuðul
  • Flyta bústað

Harumframt fæst innlit í tey mál, tú hevur við kommununa á Vanganum. Við tíðini koma enn fleiri tænastur.

Í Talgildu Føroyum eru vit fegin um at bjóða borgarum í Eysturkommunu nýggju tænasturnar. Nú eru 14 tænasturveitarar á Vanganum við tilsamsans 80 sjálvgreiðslum. Tað eru stórir fyrimunir við eini felags menning av talgildum tænastum. Vit  bjóða øllum í landinum somu góðu tænastu og geva borgarum eina  trygga og samanhangandi brúkaraferð.

Málið er, at allar kommunur í landinum verða umboðaðar á Vanganum. Avtalur eru gjørdar við 21 kommunur, ið umboða gott 90 % av Føroya fólki.

Far til síðuna hjá Eysturkommunu í leinkinum niðanfyri

Eysturkommuna á Vanganum

Share