Klaksvíkar og Skúvoyar kommuna eru á Vanganum

06. januar 2023

Klaksvíkar og Skúvoyar kommuna eru vorðnar partur av Vanganum

Klaksíkar kommuna og Skúvoyar eru næst størsta og næst minsta kommuna í landinum. Hóast stórur munur er á kommununum, kunnu tær nú báðar veita borgarum sínum somu tryggu og brúkaravinarligu tænastur á Vanganum.

Kommunur veita borgarum nógvar tænastur. Á Vanganum eru kommunurnar partur av eini felags menning, har trygd og brúkaravinsemi eru í hásæti. Av tí at kommunurnar eru felags um kostnaðin, verður tað bíligari og skjótari at menna nýggjar tænastur. Fyri borgararnar merkir tað samstundis, at uttan mun til, um tú býrt í býi ella á útoyggj, fært tú atgongd til somu góðu tænastur ið líkjast í sniði og útsjónd. Tænastustigið og brúkaraupplivilsi verður sostatt tað sama kring landið.

Seks kommunur eru nú á Vanganum og fleiri eru ávegis í 2023. Málið er, at vit føroyingar skulu kunna avgreiða flestu av okkara viðurskiftum við tað almenna og kommunur talgilt á Vanganum.

“Í Talgildu Føroyum eru vit fegin um at bjóða báðum kommunum vælkomnar á Vangan. Hóast ymiskar í stødd hava tær somu avbjóðingar og ynski um at veita borgarum sínum góðar og tíðarhóskandi tænastur talgilt” sigur Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildu Føroyum.

FAKTA

Skúvoyar kommuna fevnir um Skúvoy og Stóru Dímun. Tað búgva 41 fólk í kommununi.

Á Vanganum kunnu íbúgvarnir nú søkja um byggiloyvi, flyta bústað, tiltøk á kommunalum øki og at brenna bál.

Klaksvíkar kommuna fevnir um Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar, Árnafjørð, Syðradal, Húsar, Mikladal, Trøllanes og Svínoy. Tað búgva 5.440 fólk í kommununi.

Í Klaksvík eru tænasturnar á Vanganum at byggiloyvi, dagstovnapláss, frípláss, frítíðarskúla, mentanarstuðul og tiltøk á kommunalum øki. Møguleiki verður at flyta bústað tíðliga i komandi ár.

Share