Nú verður farið undir at menna talgilt koyrikort og borgarakort

19. august 2022

Verkætlanin at menna talgilt koyrikort og borgarakort er byrjað.

Hósdagin skipaði Talgildu Føroyar fyri kickoff fundi fyri verkætlanini um talgilt borgara- og koyrikort.

Talan verður um app, sum sameinir koyrikort og borgarakort. Appin kann brúkast, tá ið tú skalt eyðmerkja teg, t.d. um tú skalt hava ávísar tænastur, avsláttur ella prógva tín aldur. Appin verður eisini góðkend útgáva av koyrikortinum, og ætlað sum ískoyti til núverandi kortið úr plasti. Í appini fert tú at vísa eina QR kotu, sum skjótt kann skannast fyri upplýsingar, tá ið tú skalt eyðmerkja teg.

Fyri nakað av tíð síðan varð forkanning um talgilt koyrikort gjørd. Úrslitið av kanningini vísti, at skilagott er við loysn, sum kann virka sum bæði koyrikort og borgarakort.

Á kickoff fundinum vóru umboð fyri ymsu áhugabólkarnar, Akstovan, Umhvørvisstovan, Strandfaraskip Landsins, Stiftsstjórnin og 9 av landsins kommunum, ið luttaka fíggjarliga og strategiskt í verkætlanini. Tey síggja øll stórar møguleikar við einum talgildum samleikakorti.

Eftir ætlan verður talgilda borgarakortið klárt at taka í nýtslu á sumri komandi ár. Øll, sum hava Samleikan, kunnu brúka komandi appina, og aldursmarkið er sostatt 13 ár.

kickoff fundur TBK

Gott 30 fólk luttóku á fundinum, ið varð hildin í Albert Hall

Share