26. februar 2025
Samleikin á geyma: Forritið skal skiftast
26. februar 2025
Brúkar tú Samleikan á geyma? so er umráðandi, at tú lesur kunningina um forritið, tú brúkar á telduni.
Øll, sum brúka Samleikan á geyma á Windows teldum, skulu skfita forritið á telduni. Smart ID Desktop er forritið, tú brúkar á telduni, tá tú váttar og skrivar loynitalið við Samleikanum.
- Gamla forritið er farið úr gildi, og tí er neyðugt at taka eitt nýtt forrit niður á telduna.
- Um tú ikki skiftir forritið, kanst tú ikki brúka Samleikan á geyma.
Bræv er sent til tey, ið brúka Samleikan á geyma um skiftið. Brævið kann lesast niðanfyri og vegleiðingar, um, hvussu tú gert er á heimasíðuni www.samleikin.fo/geymin
Gevið gætur, kunningin er einans ætlað teimum, ið brúka Samleikan á geyma við Windows teldum.
Á www.samleikin.fo/geymi kanst tú lesa meira forritið, síggja vegleiðingar og yvirlit yvir tað kunning, vit hava sent út.