Samleikin og Vangin tvey ár

11. november 2022

27. oktober vóru tvey ár liðin síðani Samleikin og Vangin vórðu alment tikin í nýtslu.

Nógv er hent hesi tvey árini. Fleiri enn 40.000 fólk hava fingið sær Samleikan, og hann er brúktur meira enn 3. mió ferðir sum innritan og undirskrift á alskyns talgildum tænastum. Fyrr í ár fóru føroysku peningastovnarnir eisini undir at brúka Samleikan.

Vangin er vorðin miðpunkt fyri almennar og kommunalar tænastuveitingar. Fleiri almennir stovnar og kommunur bjóða fram sjálvgreiðslur, innlit í persónligar dátur og greitt og trygt samskifti. Aðrir tænastuveitarar eru ávegis.

Í sambandi við tvey ára dagin skipaðu Talgildu Føroyar fyri einum kunningarfundi í Smæruni, har tænastuveitarar og samstarvsfelagar vórðu bodnir við at hoyra um teir hentleikar og loysnir, sum vinnan, almennir og kommunalir stovnar kunnu gera gagn av.

Talgilda undirskriftin var eitt av evnunum, sum varð umrøtt. Undirskriftin verður brúkt á Vanganum og í peningastovnunum, og møguleikarnir økjast.

Robert Sivertsen frá Klintra legði fram nýggju undirskriftarloysnina Skriva, sum brúka Samleikan. Her kann vinnan skjótt og trygt avgreiða skjøl, sum skulu undirskrivast.

Eisini vístu starvsfólk í Talgildu Føroyum frumsnið av komandi virkisskránni, ið fer at lætta um at skráseta og viðlíkahalda upplýsingar um virkir, feløg o.a. Og nýggju appina, ið fer at innihalda bæði talgilt koyrikort og Samleikakort.

Dagurin var sera væleydnaður og Talgildu Føroyar eru sera fegin um góðu uppmøtingina.

Niðanfyri eru framløgurnar frá degnum.

Samla framløgan: Samleikin, Undirskriftin, Vangin, komandi heildarætlanin

Virkisskráin

Share