Skjáttan verður klár í vár

07. desember 2022

Verulig gongd er komin á nýggju appina, sum skal hýsa koyrikort og Samleikakort. Arbeitt verður á øllum mótum og loysnin byrjar veruliga at taka skap. Væntandi verður appin klár at taka í nýtslu longu komandi vár.

App við koyrikorti og Samleikakorti
Í fyrstu útgávu av appini fáa vit koyrikort og Samleikakort.

Koyrikortið er talgild útgáva av verandi kortinum úr plasti. Kortið verður góðkent at vísa, um tú verður steðgaður av Politinum ella skalt vísa samleikaprógv við mynd á. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við Akstovuna, sum umsitur koyrikortið. Eisini hevur Føroya Politi verið partur av arbeiðinum, tí talgilda koyrikortið fer at lætta nógv um arbeiðið hjá teimum, tá ið fólk verða steðgað í ferðsluni.

Myndir úr skjáttuni

Nýtt Samleikakort
Sum nakað nýtt fáa vit eitt Samleikakort. Hetta er kort, ið vísir, hvør tú er, tín aldur, bústað, kommunu og P-tal. Talan er um upplýsingar úr Fólkayvirlitnum, og tú velur, hvørjar upplýsingar skulu vísast. Vit kunnu siga, at eins og Samleikin eyðmerkir teg í talgilda heimin, so fer Samleikakortið at geva tær sama møguleikan tá tú t.d. skalt ferðast við Strandferðsluni, sum bókasavnskort, í náttarlívinum ella í sambandi við ferðavinnuna. Møguleikarnir tykjast óendaligir.

Appin eitur Skjáttan
Navnið á appini hevur verið nógv umrøtt. Aftaná nógva viðgerð fall valið á Skjáttuna.

Skjátta er gamalt føroyskt orð fyri tasku, og í nýggjari tíð hevur Málráðið eisini brúkt orðið í teldutalu fyri folder/faldara.

Fyrsta slepping
Talan er um fyrstu slepping av Skjáttuni. Tað er lætt at ímynda sær, at appin við tíðini fer at fáa nógv fleiri hentleikar enn koyrikortið og Samleikakortið. Vit kunnu ímynda okkum, at flestu prógv og loyvir frá myndugleikum gerast partur av appini, t.d. grindaloyvi og vinnubrøv av ymiskum slag. Eisini eru góðir møguleikar fyri at brúka Skjáttuna sum valkort, so tað slepst undan brúka tíð, orku og pening uppá papírsvalkortini, sum á hvørjum vali kosta tí almenna nógvan pening í umsiting og postgjaldi.

Share