Sunda og Runavíkar kommuna á Vanganum
Sunda og Runavíkar kommuna eru nýggjastu tænastuveitarar at leggja aftrat Vanganum.
Gott 6.000 fólk búgva í kommununum. Tey fáa nú møguleika at fara inn á Vangan at søkja um m.a. dagstovnapláss, byggiloyvi og boða frá flyting. Samstundis sæst, nær eitt mál er liðugt viðgjørt hjá kommununi.
Føroysku kommunurnar veita borgarum nógvar tænastur. At talgilda fyrisitingarligar uppgávur sparir eisini tíð og orku í umsitingini, sum kann brúkast til aðrar vælferðartænastur.
Á Vanganum bjóða kommunur og stovnar fram talgildar loysnir á høgum støði, har trygd og brúkaravinsemi er í hásæti, og borgarin altíð í miðdeplinum. Hetta er eitt stórt framstig fyri borgararnar, sum ger at samskiftið lættari og skjótari. Nú eru 13 ymiskir tænastuveitarar á Vanganum.
Nógv fólk spyrja eftir tænastum, ið ikki eru treytaðar av upplatingartíðum. Bæði Sunda og Runavíkar kommuna fevna yvir fleiri bygdir, og tí eru tað stórir fyrimunir fyri borgararnar í kommununum at kunna avgreiða síni viðurskifti heima heldur enn á kommunuskrivstovuni.
Í Talgildu Føroyum gleðast vit um samstarvið við kommunurnar, sum hava verið ágrýtnar at luttaka í menningini. Kommunurnar hava verið í eini felags tilgongd saman við Talgildu Føroyum at fáa tænasturnar klárar til Vangan.