Tænastuveitaradagur 2023

13. november 2023

Í síðstu viku hildu vit okkara árliga tænastuveitaradag. Hetta er dagur, har vit bjóða øllum okkara tænastuveitarum at hoyra meira um tænastur og hentleikar í Talgildu Føroyum, sum tey kunnu gera gagn av.

Eitt av evnunum í ár var Mínboks. Hóast talgildi postkassin hevur nøkur ár á baki, var nógv nýtt at siga frá. Fyrr í ár varð lóg um Mínboks samtykt í Løgtinginum. Lógin hevur við sær, at Mínboks hevur fingið status sum almenna talgilda postskipanin í Føroyum, ið er síðustillað við vanligan pappírspost. Harumframt er rættarstøðan, um nær brævið er komið fram, eisini fastløgd. Hetta ger tað tryggari hjá almennum stovnum, kommunum og fyritøkum at brúka Mínboks til at samskifta við síni viðskiftafólk.

Í ár settu vit eisini sjóneykuna á talgilda inklusjón. Eitt av aðalmálunum í Talgildu Føroyum hevur frá byrjan verið, at eingin skal verða forðaður at fáa lut í talgildu Føroyum.
Hvussu tryggja vit, at øll, sum vilja, kunnu luttaka í talgilda samfelagnum? Her verður m.a. hugsað um bólkar av fólki sum bera brek, útlendingar uttan neyðugu málførleikarnar ella fólki, ið ikki hava neyðugu KT førleikarnar.
At skifta orð um hetta vóru Turið Finnbogadóttir Arge, forstjóri í BankNordik, Petur Elias Petersen, varaformaður í Megd og Nicolai Mohr Balle frá Talgildu Føroyum. Ein av loysnunum er talgild fulltrú, har tú kanst loyva øðrum at virka fyri teg á ávísum talgildum tænastum. Semja var um, at talgild inklusjón er ein týðandi uppgáva, sum vit mugu loysa í felagsskapi tvørtur um allar geirar, so eingin dettur burtur ímillum.

Alt í alt var hetta ein góður dagur. Vit eru sera fegin um góða samstarvið við tænastuveitararnar og KT vinnuna, sum dagliga eru við at skapa nýggjar og spennandi talgildar tænastur til alt Føroyar. Ein serlig tøkk til Bjarna á Steig frá Fólkaheilsustýrinum og Allan Nolsøe frá Apoteksverkinum, sum vóru við og greiddu frá nøkrum av tænastunum, tey veita.

Um tú hevur spurningar til tænasturnar og veitingarnar hjá Talgildu Føroyum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Share