Talgilda framtíðin skal vera atkomulig fyri øll

16. mai 2024

Hesa vikuna hittust umboð úr Norður- og Baltalondum í Stokkhólmi at umrøða talgilda inklusjón. Undir heitinum Digital Inclusion in Action savnaðust fakfólk, granskarar og umboð fyri áhugafeløg at viðgera avbjóðingarnar, sum standa upp við talgildingini, tá ið fólk ikki kunnu luttaka. Tey mest útsett eru fólk, ið bera brek, hava væntandi kt-førleikar ella ikki hava røttu kt-útgerð.

Norður- og Baltalond eru millum mest framkomnu innan almenna talgilding. Sum samfelagið gerst meira talgilt, økist vandin fyri at fólk ikki koma fram at týðandi tænastum og kunning. Hetta er eisini galdandi í Føroyum, har vit brúka Samleikan, Vangan, Borgaragluggan og netbankar til at avgreiða okkara viðurskifti.

Hvussu við teimum, ið ikki kunnu ella vilja luttaka?
Í Talgildu Føroyum verður arbeitt á fleiri mótum við hesum evnunum, so eingin gerst eftirbátur

  • Frá byrjan hevur talgild atkoma verið raðfest, og tí lúka Samleikin og Vangin altjóða krøvum um talgilda atkomu, so fleiri fólk kunnu brúka loysnirnar.
  • Ymiskir málbólkar eru við, tá ið loysnirnar verða testaðar, t.d. sjónveik.
  • Tænasturnar eru tøkar á føroyskum og enskum.
  • Verkstovur hava verið kring landið saman við eldrafeløgum um at brúka Samleikan.
  • Talgild fulltrú til Mínboks og Apotekið eru á Vanganum, so avvarðandi kunnu virka fyri tey, ið ikki megna tað talgilt.

Í Talgildu Føroyum fara vit framhaldandi at arbeiða við hesum týðandi evni, sum millum annað inniber samstarv við áhugabólkar sum MEGD, Landsfelag Pensjonista og tænastuveitarar, ið brúka talgildar tænastur.

Mynd: Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, og Durita Hansen frá Talgildu Føroyum vóru umboð úr Føroyum á stóru ráðstevnuni.

Share