Vátta faðirskap á Vanganum - ein lættari byrjan fyri nýggj foreldur
Nú er tað lættari hjá foreldrum at vátta faðirskap beinleiðis á Vanganum.
Familjufyrisitingin er 37. tænastuveitari á Vanganum, og bjóða tey nú foreldrum at vátta faðirskap talgilt.
Tá eitt barn verður føtt, er tað ein stór gleðistund. Um foreldrini ikki eru gift, er neyðugt at vátta faðirskapin fyri at tryggja bæði rættindi og skyldur fyri barninum frá byrjan.
Soleiðis virkar tað:
- Fráboðan: Tá eitt barn verður føtt, og foreldrini ikki eru gift, sendir Familjufyrisitingin mammuni eina fráboðan á Vanganum um at boða frá, hvør pápin er.
- Váttan: Pápin fer síðan á Vangan at vátta faðirskapin við talgildari undirskrift.
Áðrenn varð hetta gjørt við postinum, har foreldrini máttu senda undirskrivað skjøl aftur til Familjufyrisitingina – ein mannagongd, sum ofta kundi taka fleiri vikur.
Nú kann faðirskapurin váttast skjótt og trygt á Vanganum, so foreldur heldur kunnu brúka tíðina at hugsavna seg um nýfødda barnið.
Ein nýggjur møguleiki fyri nógv foreldur
Meira enn helvtin av øllum børnum, sum verða fødd í Føroyum, hava ógift foreldur. Í fjør vórðu 313 børn fødd við ógiftum foreldrum. Tí er tað ein stórur fyrimunur, at faðirskapur nú kann váttast beinleiðis á Vanganum. Hetta er ein skjótari, smidligari og tryggari háttur at staðfesta faðirskapin.
"Við nýggju tænastuni vilja vit gera byrjanina sum foreldur eitt sindur lættari – so tey kunnu hugsavna tykkum um tað týdningarmikla og gleðiliga, sum er at gerast foreldur. Samstundis verður málsviðgerðin hjá okkum einfaldari og munandi effektivari" sigur Monica Hjelm Rasmussen, stjóri í Familjufyrisitingini.