Avtala við samstarvsfelagar
04.04.17 týsdagur 10:00, Gjaldstovan
Týsdagin, 4 Apríl, kl. 10:00 hevur Kristina Háfoss, Landstýriskvinna bjóða samstarvsfelagum út á Gjaldstovuna, at skriva undir avtalu við Fíggjarmálaráðið, um samstarv við Talgildu Føroyar.
Í samstarvsavtaluni eru partarnir við til at fíggja menningina av Talgildu Føroyum, samstundis sum teir fáa ávirkan á hvussu verkætlanin verður skipað, umvegis umboðan í stýrisbólki og arbeiðsbólkum.