Íblástur til føroyska virkisskrá

12.09.17 týsdagur 13:00, Gjaldstovan

Talgildu Føroya hava í tíðarskeiðnum 12. – 14. September vitjan úr Estlendska løgmálaráðnum, sum umsitur millum annað virkisskránna, tinglýsingarskránna og matrikulskránna.

Endamálið er í fyrsta lagi, at fáa íblástur til okkara kravfesting av hesum skipanum og í øðrum lagi at kanna møguleikar fyri samstarvi.

Hesin fundur er ein í røðini av fýra fundum á føroyaferðini har m.a. framløgur eisini verða fyri ábyrgdarpersónum hjá almennu myndugleikunum, Umhvørvisstovuni og føroysku KT-vinnuni.

Share
Á skránni Vís alt