Kjakfundur um Talgildan Samleika
28.10.16 fríggjadagur 13:00, Gjaldstovan
Fríggjadagin verður annar av tveimum kjakfundum um Talgilda Samleikan hildin á Gjaldstovuni. Á fundinum fáa tey innbjóðaðu, sum eru áhugapartar við serligum leikluti í mun til Talgilda Samleikan, høvi at siga sína meining um tær loysnir og tankar, sum liggja til grund fyri útboðstilfarinum um Talgilda Samleikanum. Afturmeldingarnar verða so tiknir upp innanhýsis í verkætlanini, har mett verður, um viðmerkingarnar koma at hava nakra ávirkan á tað útbjóðingartilgongd sum farið verður í gongd við nú.