dansk skanning 1.JPG

Kunningarfundur um talgildu skjalasøvnini hjá Tinglýsing og Matrikul

08.11.19 fríggjadagur 13:00, Talgildu Føroyar, Albert Hall, Argir

Stóru skjalasøvnini á Matrikuldeildini og Tinglýsingardeildini eru nú talgildað. Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovan bjóða tí áhugaðum stovnum og fyritøkum til ein kunningarfund um arbeiðið og royndirnar við at skanna, eftirviðgera og skriftlesa (OCR) hundraðtúsundatals skjøl, kort, matrikul- og tinglýsingarmál.

Fundurin verður fríggjadagin 8. november kl. 13.00 - 14.30 á Gjaldstovuni, Kvíggjartún 1, Argir

Starvsfólk frá Talgildu Føroyum og Matrikul- og Tinglýsingardeildunum á Umhvørvisstovuni fara at greiða frá arbeiðsgongdini og vísa talgildu skjalasøvnini. Umboð fyri Dansk Scanning, sum hevur staðið fyri arbeiðnum, luttaka eisini á fundinum.

Aftaná fundin, kl. 14.30 - 16.00, verður høvi at koma á tal við umboðini frá Dansk Scanning, ið kunnu greiða nærri frá hvat krevst, tá ið farið verður undir at talgilda teknisk- og fyrisitingarlig skjalasøvn.

Arbeiðið at talgilda skjøl er liður í Talgildu Føroyar verkætlanini. Uppgávan er ein av verkætlanunum innan grundardátur, har endamálið er at tryggja borgarum, fyritøkum og almenna geiranum talgilda atgongd til ókeypis og álítandi grundardátur.

Talgildingin av matrikul- og tinglýsingarskjølunum merkir m.a., at málsviðgerðar skjótt og ómakaleyst kunnu leita fram skjøl, og hevur hetta røð av gagnligum avleiðingum fyri Umhvørvisstovuna, borgarar, fyritøkur og samfelagið sum heild. Hetta verður lýst nærri á kunningarfundinum.

Tiltakið er alment og serliga viðkomandi fyri stovnar og fyritøkur, sum hava skjalasøvn og tørv á at:

  • varðveita skjølini talgild.

  • gera skjølini lætt atkomulig hjá málsviðgerum í egnari fak- ella málsviðgeraskipan, t.d. Public 360.

  • gera skjølini heilt ella partvís atkomulig fyri almenningin, t.d. byggisakir umvegis serstakan portal.

  • spara pláss og brúka savnshølini til annað endamál.

Vinaliga boða frá luttøku.

Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til

Talgildu Føroyar

Dánjal Pauli Haraldsen, verkætlanarleiðari,

Tlf 28 15 93 ella danjalph@us.fo

Tinglýsingardeildin

Malene Egeberg Jacobsen, deildarleiðari,

Tlf 34 24 00 ella MalenaJ@us.fo

Matrikul

Connie Jacobsen, landmálings teknikara

Tlf 34 24 00 ella ConnieJ@us.fo


 Vinaliga boða frá luttøku á talgildu@talgildu.fo

Share
Á skránni Vís alt