Búmerki Etiska ráðið (002).jpg

Talgilding og etikkur

28.11.18 mikudagur 19:00, Reinsaríið

Leidd og eygleidd er yvirskriftin á fyrsta almenna tiltakinum hjá Etiska ráðnum. Tiltakið er skipað sum kjakfundur og lýsir hvørjar etiskar spurningar talgilding í heilsuverkinum kann hava. Hvar gongur markið millum at vera leidd og eygleidd ? Ynskja vit at ávirka hvar markið gongur? Skulu vit sjálvi siga frá ? ella taka onnur ábyrgd okkara vegna ?

Hesir eru høvuðsspurningarnir, sum verða umrøddir á kjakfundi í Reinsarínum mikukvøldið 28. november kl. 19.00.

Fundurin er skipaður so, at fyrst verða fleiri upplegg. Hesi eru um:

  • hvussu Talgildu Føroyar hevur hugsað um menniskjaliga aspektið, við at flyta seg til talgildar loysnir
  • hvørjar upplýsingar, tað almenna, og herundir heilsuverkið, kann skráseta um hvønn einstakan og hvussu upplýsingarnar verða vardar.
  • hvørjir tankar sjúklingar og avvarðandi hava um tær upplýsingar, sum heilsuverkið hevur um tey
  • hvussu vit tryggja okkum, at (upplýsingarnir vera nýttir) upplýsingarnar verða nýttar rætt og ikki misnýttar og
  • um talgilding lýst úr einum etiskum sjónarhorni.

Tey sum hava upplegg og luttaka í panelorðaskiftinum eru: Nicolai M. Balle, Talgildu Føroyar, Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, Sigrun Mohr, umboðar borgaran, Eilev Sivertsen, KT grannskoðari og Jógvan D. Hansen, lærari í heimsspeki.


“Vit eru mitt í einari talgildari menning, sum gongur við rúkandi ferð, har m.a. okkara heilsuupplýsingar verða skrásettar, sum ongantíð fyrr. Tí er umráðandi at steðga á, og spyrja, hvussu hetta ávirkar okkum sum menniskju. Hvørjar fyrimunir hevur talgilding, hvørjar eru avleiðingarnar fyri okkara sjálvsavgerðarrætt og hvussu kunnu vit kenna okkum trygg ?” sigur Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum, sum sær fram til eitt áhugavert orðaskifti.


Tað verður Óluva Zachariasen, journalistur, sum fer at leiða kjakfundin, sum eisini verður teknmálstulkaður. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Share
Á skránni Vís alt