
Verkstova í Vangaumsiting
08.05.25 hósdagur 10:00, Albert Hall, Kvíggjartún 1, Argir
8. mai skipa Talgildu Føroyar fyri verkstovu um Vangaumsiting
Verkstovan er ætlað til tænastuveitarar á Vanganum, og serliga starvsfólki, ið hava ein fyrisitingarligan leiklut á Vanganum. Hetta er ein afturvendandi verkstova, sum vit hava hvørt ár. Ert tú nýtt starvsfólk sum hevur ein leiklut í Vangaumsitingini, ella vilt tú bara fríska upp aftur, melda teg so til her.
Á verkstovuni verður hugt nærri at hesum evnum:
- Atgongdstýring av starvsfólkum
- Bílegging av nýggjum tænastum
- Umsiting av sjálvgreiðslum
- Serteigar
- Tekstur og vegleiðingar
- Testumhvørvið
Um verkstovuna:
Nær 8. mai kl 10.00 - 12.00
Hvar Albert Hall á Argjum