
Verkstova um Hópboð
20.03.25 hósdagur 10:00, Albert Hall, Kvíggjartún 1, Argir
20. mars skipa Talgildu Føroyar fyri verkstovu um Hópboð
Verkstovan er ætlað til kommunur og øðrum tænastuveitarum, sum eru áhugaði í at brúka Hópboð á Vanganum.
Hvat er hópboð?
Hópboð er eitt kunningarmodul, har tænastuveitarin kann senda boð út til fleiri borgarar í senn. Tænastuveitarin kann m.a. senda boð út til fólk í ávísum aldri og øki. Dømi um hetta kann vera ein kommuna sum skal stongja vatnveitingina í nakrar tímar. Við hesari funku kunnu tey senda boð út til teir borgarar, ið búgva í rakta økinum. Borgarar fáa síðan boð um hetta á Vanganum.
Á verkstovuni verður hugt nærri at hesum evnum:
- Umsiting av hópboðum
- Boð - bólkar
- Atgongdstýring
Um verkstovuna:
Nær 20. mars kl 10.00 - 12.00
Hvar Albert Hall á Argjum