Verkstova um nýtslu av Heldini
24.10.17 týsdagur 13:00, Gjaldstovan
Í vár varð skipað fyri verkstovum um Heldina, og verður nóg stór undirtøka verður enn ein verkstova 24. oktober kl.13:00 til 16:00.
Heldin koyrir væl og fleiri og fleiri knýta seg í bæði innan almenna og privata geiran, og stórt arbeiðið verður gjørt at flyta vevtænastur frá LFY yvir á FOLK. Í hesum sambandi skipa vit fyri verkstovu, sum millum annað fer at snúgva seg um gerð og umlegging av vevtænastum, brúkari av dátum frá fólkayvirlitinum, og mannagongdir viðv. skrásetingum í Heldina.
Um nóg stór undirtøka verður fyri verkstovuni er ætlanin at hava verkstovu hálvárliga og so leingi, sum tørvur verður á tí.
Til ber at melda seg til verkstovu niðanfyri.