
Verkstova um Vangan og heimasíður
10.04.25 hósdagur 10:00, Albert Hall, Kvíggjartún 1, Argir
10. apríl skipa Talgildu Føroyar fyri verkstovu um Vangan og heimasíður
Verkstovan er serliga ætlað teimum, sum umsita tekst og samskifti á Vanganum, og sum somuleiðis eisini umsita egnu heimasíður. Hevur stovnurin eksternar veitarar, sum umsita heimasíðuna, eru tey eisini vælkomin.
Á verkstovuni verður hugt nærri at hesum evnum:
- Samskifti
- Tekstur og vegleiðingar
- Deep links
Um verkstovuna:
Nær 10. apríl kl 10.00 - 12.00
Hvar Albert Hall á Argjum