
Samleikin altjóða góðkenning
Gjaldstovan hevur fingið altjóða góðkenning sum ein álítandi veitari av talgildum tænastum, vanliga nevnt Trust Service Provider. Hetta merkir, at Samleikin lýkur altjóða krøv á bæði tekniska og fyriskipanarliga økinum.
Góðkenningin og váttanin koma frá grannskoðaravirkinum BSI Group, sum hava vitjað í Føroyum og tryggjað, at allir partar av Samleikanum lúka høgu krøvini í standardinum ETSI 319 411-1.
Í leinkinum niðanfyri er sjálv sertifiseringin frá BSI Group: