Samansjóðaðar skipanir

Upplýsingar skulu bara latast og skrásetast eina ferð. Allir myndugleikar og tænastur skulu heinta upplýsingar úr somu grundskráum, sum verða ókeypis. Trygt samskifti millum skráir fer umvegis Heldina, ið er netverkið, sum heldur Talgildu Føroyar saman.

Stovnar skulu ikki senda hvørjum øðrum rokningar fyri at veita atgongd til upplýsingar, tí tað gagnar ongum og virkar bara forðandi fyri talgildingini.

Hjá privatum veitarum gerast eitt nú ókeypis kortdáta eitt nýtt tilfeingi til teirra, sum hava hugflog at menna nýggjar tænastur til føroyska marknaðin og til allan heimin.

Samansjóðing av grunddátaskráum gjøgnum Heldina:

  • ger tað óneyðugt at lata somu upplýsing fleiri ferðir
  • ger tað gjørligt at avgreiða síni viðurskifti á einum stað
  • ger tað møguligt at síggja alt, sum er skrásett um teg
  • kann geva tær innlit í, hvør hyggur eftir upplýsingum um teg

Myndin niðanfyri lýsir Heldina sum ein tryggan part av internetinum. Einans góðkendir stovnar, kommunur og virkir kunnu knýta seg í Heldina, sum er ein miðspjødd, standardiserað loysn, ið ger tað lætt at samskifta millum skipanir, minkar um váðan við stórum, tætt samanknýttum skipanum, og minkar um óneyðugt dupultarbeiði.

Share