Verkætlanin KT-arkitekturur
Endamálið við deil-verkætlanini KT-arkitekturur er at gera eitt fyrsta uppskot til eina yvirskipaða ætlan fyri grunddáta og samskifti millum KT-skipanir i Føroyum.
Grundleggjandi upplýsingar um borgarar, virkir, fasta ogn, adressir við meira, eisini nevndar grunddáta, verða skrásettar og brúktar nógva staðni í almenna geiranum. Neyðugt er at samskipa hesa skráseting fyri at tryggja,
- at grunddáta altíð er dagført og rætt,
- at sleppa undan dupultarbeiði, og
- at sleppa undan at borgarar og virkir nýtast at lata somu upplýsingar til tað almenna fleiri ferðir.
Fyrisitingin er av nógvum orsøkum miðspjødd í ymisk ráð, stovnar, kommunur og feløg. KT-skipanirnar eru somuleiðis miðspjaddar, samstundis sum at tørvur er á skynsamum samskifti millum hesar skipanir, millum annað fyri at flyta grunddáta, men eisini fyri at gagnnýta tænastur hvør hjá øðrum.
Eyðkenni við einari góðari loysn
Nøkur eyðkenni við einari góðari loysn eru:
- Ein felags loysn fyri allar stovnar
- Ein Føroysk loysn, føroyskan kunnleika og menning
- Trygg loysn
- Opnir standardir
- Tøkniliga framkomin, smidlig og einføld
- Miðspjadd loysn
- Data varveitt í Føroyum
- Ognarskapurin og ræðisrætturin av dáta skal liggja tá tí almenna
- Undirtøka millum fólk: Almenna, Borgari, Vinna og Veitarar
- Prísstøði, sum er hóskandi til Føroyar
Miðað verður eftir loysnum við hesum eyðkennum.
Arbeiðsháttur
Tað finst ongin savnað yvirskipað lýsing av KT-skipanum og dátugrunnum á almennum stovnunum. Ymiskt er í hvønn mun og hvussu KT-skipanir eru skjalfestar og í hvønn mun hendan er tøk.
Greiningararbeiðið er tí í stóran mun grundað á samrøður við viðkomandi áhugapartar – almennar stovnar, kommunur og KT-veitarar - umframt at ráðførsla hevur verið við fólk úr Estlandi um teirra royndir.
Samrøður hava verið við hesar útvaldu áhugapartar í Føroyum:
- Umhvørvisstovan
- Landsfólkayvirlitið
- Heilsumálaráðið
- ALS
- Trygdargrunnin
- Vinnustovnurin
- Fiskimálaráðið
- Vørn
- Taks
- Hagstovan
- KT-landsins
- Gjaldstovan
- Tórshavnar kommuna
- Runavíkar kommuna
- Kommunufelagið
- Almannaverkið
- Mentamálaráðið
- Landsskjalasavnið
- Nám
- Dátueftirlitið
- Elektron
- Formula
- Nema
Endamálið við hesum samrøðum hevur verið at skapa eitt yvirlit yvir støðuna, sum hon er í dag, hvørjar avbjóðingar eru og hvørji ynskir eru til betringar.
Harumframt eru fylgjandi skjøl brúkt sum keldur:
- Forkanning um felags virkisskrá í Føroyum, 2004
- Ókeypis grunddata í Føroyum, 2013
- Yvirlit yvir grunddátuskráirnar á Umhvørvisstovuni, 2015
Umframt hetta hava samrøður verið við tríggjar útlendskar ráðgevar
- Arvo Ott, senior serfrøðingur innan X-road
- Mari Pedak, serfrøðingur í talgildum samleika í samband við X-road
- Jon Thorhallsson, fyrrverandi stjóri í Skyrr
Arbeiðið er gjørt av fólki við tilknýti til Fróðskaparsetrið.
Avmarking av uppgávuni
Tað fer í dag eitt umfatandi samskifti fram millum KT-skipanir innanhýsis á teimum ymisku almennu stovnunum. Tað er ov umfatandi at greina hetta innan karmarnar á hesari verkætlanini.
Hendan verkætlanin er tí avmarkað til at greina samskifti, sum fer fram millum KT-skipanir á ymiskum stovnum, við serligum atliti til grunddáta. Eisini verður hugt at, hvønn leiklut grunddáta hevur í verandi KT-skipanum og hvussu hesi verða umsitin.
Hóast verkætlanin í fyrsta umfari serliga umfatar samskifti millum KT-skipanir í sambandi við grunddáta, eigur uppskot um loysn at umfata ein felags leist fyri samskifti millum allar KT-skipanir innan almenna geiran í Føroyum.
Hetta er ein ávegis lýsing av støðuni, og er ikki ein fullfíggjað greining av samskiftinum í dag. Av tí samskiftisskipaninar alla tíðina eru í menning, so ber heldur ikki til at gera eina varandi støðulýsing.