Heldin heldur Talgildu Føroyar saman

Við Heldini kunnu stovnar, kommunur og virkir trygt og ómakaleyst veita talgildar tænastur sínamillum.

Umvegis Heldina fæst atgongd til grunddáta, soleiðis at partarnir sleppa undan at viðlíkahalda teirra egnu útgávur av persóns-, adressu-, virkis-, fastognar-, matrikul- og kort-upplýsingum.

Heldin ger tað gjørligt at veita tænastur skjótt, lætt og rætt:

  • Óneyðugt at lata somu upplýsingar fleiri ferðir
  • Gjørligt at avgreiða síni viðurskifti á einum stað uttan at renna frá Peri til Pólinu
  • Møguligt at síggja alt, sum er skrásett um teg
  • Innlit í hvør hyggur eftir upplýsingum um teg

Við Heldini er einfalt at veita tænastur til borgarar og virkir sum um tað almenna var ein heild. Heldin heldur Talgildu Føroyar saman.

Upprunin til orðið

Ein held er ein klingra av veðrahorni ella viði, ið frá gamlari tíð hevur verið brúkt at bera hoyggj. Reip verða knýtt í heldina og bundin um byrðuna, sum soleiðis hongur saman. Við eini held ber til at bera meiri.

Tøkni

Heldin brúkar somu tøkni sum X-Road í Estlandi og aðrastaðni. Sama loysn verður brúkt til samskifti tvørtur um landamørk.

Talan er um eina miðspjadda loysn, har einstøku partarnir innanhýsis kunnu nýta ta tøkni, tey hava hug til, men har samskiftið millum partarnar er standardiserað. Soleiðis ber til hjá stovnum, kommunum og virkjum at brúka verandi veitarar og loysnir, tó at tey mugu tillaga samskiftið við aðrar stovnar samsvarandi Heldar-leistinum.

Ikki er neyðugt hjá øllum at knýta seg í beinan vegin, tó at roknast kann við, at tey, ið hava týdningarmestu grunddáturnar, verða biðin um at vera millum tey fyrstu at knýta seg í, soleiðis at hesar verða tøkar hjá hinum pørtunum.

Tey, ið knýta seg í, gera tað við einum talgilt prógvi frá einum lykladepli. Hetta prógv verður brúkt til trygt at brongla samskiftið og vátta samleikan hjá stovninum, kommununi ella virkinum. Eftir ætlan verður hetta sami lykladepil sum tann, ið verður brúktur til talgildan samleika hjá einstaklingum.

Umsiting

Heldin verður umsitin av einum lítlum toymi, sum:

  • viðger umsóknir frá stovnum, kommunum og virkjum um at knýta seg í Heldina
  • stýrir, hvør hevur atgongd til hvørjar tænastur undir hvørjum treytum
  • eftirkannar, at treytirnar støðugt verða hildnar
  • stendur fyri trygdini
  • veitir ráðgeving og hjálp

Umsóknir um at knýta seg í Heldina og veita tænastur til aðrar stovnar, kommunur og virkir skulu góðkennast bæði av Heldardeplinum sjálvum og av Dátueftirlitinum. Atlit skulu eisini takast til krøvum frá Hagstovuni og Landsskjalasavninum.

Heldardepilin sær, hvør samskiftir við hvønn, men sær ongantíð innihaldið av samskiftinum.

Share