Íverksetan 2015-19

Mælt verður til at íverkseta tilmælini um dagføring av grunddátaskráum og skipan av Heldini stig fyri stig.

Her verður stutt greitt frá einum leisti at røkka málunum næstu 5 árini.

Fyrst og fremst má lógarverkið dagførast, so tað hóskar til tað broytta landslagið, hereftir mugu hóskandi játtanir gerast til at føra projektið út í veruleikan. Í Estlandi verður 1% av fíggjarlógini sett av til KT-verkætlanir, har helvtin skal brúkast til nýmenning. Lutfallið í Føroyum hellur til at størsti parturin av KT játtanini verður brúktur til rakstur og víðlíkhald av verandi skipanum og minni parturin til nýmenning.

Heystið 2015

Fyrsta stigið verður at skipa nakrar pilotverkætlanir at royndarkoyra tøknina handan Heldina. Hetta skal gerast á heysti 2015 saman við føroyskum veitarum við ráðgeving uttanifrá, eitt nú úr Estlandi. Endamálini eru tvinni. Í fyrsta lagi at fáa eina betri mynd av, um tað ber til lættliga at knýta nakrar týdningarmiklar skipanir í Heldina, og finna eina semju um nágreiniligu tøkniligu og løgfrøðisligu loysnina. Í øðrum lagi at økja um vitanarstøðið hjá miðfyrisitingi og føroyskum veitarum, og styrkja førleikarnar at taka avgerð um hvussu Heldin skal skipast. Tískil hevur tað eisini týdning at fáa breiða luttøku og undirtøku í royndarkoyringunum.

Annað stigið verður at taka tilmælini um persónsdáta, adressur, virkisdáta, fastogn, matrikul og kort, sum eru nevnd í hesi deil-verktætlanini og bæði gera útboðstilfar at fáa allar hesar grunddátaskráirnar dagførdar og finna semjur, hvar hesar skulu staðsetast og hvat skal vera hvar. Her verður serliga víst til tilmælið, sum Umhvørvisstovan gjørdi um fríkeyp av grunddáta í 2013 og tilmælið um Virkisskrá frá 2004.

2016

Í 2016 eigur Heldin at verða skipað organisatoriskt og tøkniliga, og niðurstøðurnar um grundskráirnar íverksettar.

2017-2019

Í 2017 og frameftir eiga allar fakskipanir at vera tillagaðar og endurnýggjaðar. Allir stovnar, kommunur og viðkomandi virkir eiga at verða knýtt í Heldina.

Á sama hátt sum bygningar, vegir, havnir og tunnlar krevja viðlíkahald, so krevja KT-skipanir eisini viðlíkahald. Broytingar í tøkni, umhvørvi, undirstøðukervi, krøvum og uppgávur sum skipanirnar skulu loysa, krevja støðugt viðlíkahald og menning. Hetta er millum KT-fólk kent sum “software rot”. Fyri at sleppa undan roti, so mugu skipanir endurnýggjast við jøvnum millumbili.

Eitt gott prinsipp úr Estlandi er, at eingin fakskipan í tí almenna eigur at vera eldri enn 13 ár. Tað kostar í menning, men tað verður spart innaftur í viðlíkahaldi.

Share