Niðurstøður

Tað fer í dag ein umfatandi dupultskráseting av grunddáta fram, bæði á almennum stovnum, kommunum og privatum virkjum. Tað er serliga persónsdáta og virkisdáta, sum liggja í nógvum ymiskum dátagrunnum, og nógv óneyðug orka fer til at umsita hetta. Hetta merkir samstundis, at borgarar og virkir noyðast at lata somu upplýsingar inn umaftur og umaftur.

KT-skipanirnar í tí almenna geiranum eru mentar yvir eitt langt tíðarskeið við skiftandi tøkni. Almennir stovnar hava, hvør í sínum lag, ment KT-skipanir so hvørt, sum tørvur hevur verið á hesum, og í flestu førum eru grunddáta týðandi partur av neyðugu skrásetingunum.

Tað fer framhaldandi at vera so, at ymisk tøkni verður brúkt at menna skipanir innan tað almenna. Tað er av stórum týdningi at verandi skipanir kunnu koyra víðari sum nú, uttan at neyðugt er at brúka nógva orku uppá at broyta nakað, sum longu virkar. Tað skal bera til, so við og við, at broyta verandi skipanir so tær kunnu gangnýta felags grunddáta.

Samskifti millum KT-skipanir í dag snýr seg í stóran mun um at senda avrit av upplýsingum úr einari KT-skipan yvir í aðra. Í summum førum verða hesi avrit so eisini send víðari til uppaftur aðrar KT-skipanir á øðrum stovnum. Hetta gevur fleiri avbjóðingar við at halda hesi ymisku avritini dagførd og at forða fyri, at dáta, sum ikki eru galdandi longur, verða brúkt.

Tøkni, sum verður brúkt til at senda upplýsingar millum KT-skipanir er, av søguligum orsøkum, fjøltáttað og tað merkir, at tað oftani er neyðugt at menna serloysnir, tá upplýsingar skulu flytast millum KT-skipanir.

Eitt eyðkenni fyri KT-samskiftið millum stovnar, sum fer fram í dag, er, at tað er nakað, sum er avtalað frá ferð til ferð. Tað er torført at fáa yvirlit yvir, hvørjar upplýsingar longu eru skrásettar, og í hvønn mun hesar eru tøkar hjá øðrum at brúka. Dømi eru um, at ymiskir stovnar hava ment ymiskar loysnir til at heinta júst somu upplýsingar frá øðrum stovnum. Tørvur er á einari skipan, har tað ber til at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu upplýsingar verða skrásettar ymsa staðni, soleiðis at sleppast kann undan dupultskrásetingum.

Eitt annað eyðkenni er, at tað oftani kann tykjast tungt fáa gagnnýtt upplýsingar, sum liggja í ymiskum KT-skipanum. Tað kunnu vera tøkniligar, fíggjarligar ella lógarásettar forðingar, sum gera, at stovnar velja at hava sína egnu skráseting av upplýsingum, sum longu frammanundan liggur aðrastaðni. Umframt at hetta krevur nógva orku, økir tað eisini um møguleikan fyri feilskráseting og nýtslu av skeivum dáta.

Ynskiligt er, at tað framyvir ikki skal vera neyðugt at senda avrit av grunddáta millum ymiskar KT-skipanir, men at grunddáta skulu vera beinleiðis atkomulig, tá brúk er fyri teimum. Hetta setur serlig krøv til tær skipanir, har grunddáta skulu heintast frá, men ger tað møguligt at allar skipanir innan tað almenna, sum frá líður, fara at brúka somu dagførdu grunddáta.

Eitt afturgangandi ynski frá áhugapørtum er, at almennir stovnar í størri mun tosa saman, tá KT-skipanir verða mentar, soleiðis at ymiskir stovnar í størri mun kunnu fáa ágóðan av skrásetingum hjá hvørjum øðrum. Til dømis eru fleiri ynski um útbygging av verandi Landsfólkayvirliti við upplýsingum útyvir tað, sum er í dag.

Upplýsingar, sum verða skrásettar á almennum stovnum, eiga sum meginregla at vera tøkir hjá øðrum stovnum, sjálvsagt við atliti til persónsvernd. Dømi eru um, at almennur stovnur, sum hevur avleverað upplýsingar til annan stovn, ikki, uttan serligar avtalur og atknýttum kostnaði, kann fáa fatur á sínum egnu upplýsingum aftur.

Ynski er eisini um at upplýsingar um virkir, partafeløg, stovnar, felagsskapir og so framvegis verða savnaðar í eina felagsskrá.

Niðurstøður viðvíkjandi grunddáta 

  • Grunddáta skulu bert skrásetast einaferð, eitt stað
  • Dagførd grunddáta skulu altíð vera tøk
  • Tað skal vera ómakaleyst at fáa fatur í grunddáta
  • Tað skal vera ókeypis at fáa fatur á grunddáta
  • Tað skal vera lætt at finn út av hvørjir upplýsingar eru tøkir og hvussu ein fær fatur í teimum
  • Tað almenna skal altíð hava fulla atgongd og ræðisrætt yvir almennu skráum
  • Skráir við grunddáta eiga at mennast og víðkast við upplýsingum sum hava felags áhuga - t.d. telefonnummar hjá persónum
  • Eitt hóskandi lógarverk eigur at vera rundanum skráseting og brúki av grunddáta

Niðurstøður viðvíkjandi KT-arkitekturi

  • Samskiftið millum skipanir skal vera einsháttað og bygt á nýmótans standardum
  • Samskiftið millum skipanir skal vera trygt
  • Avmarkingar skulu ikki vera í, hvar skipanir skulu rekast
  • Samskifti millum skipanir skal kunna fara fram umvegis internetið
  • Skipaði viðurskifti. Ein almennur mynduleiki eigur at vera, sum heldur skil á samskifti millum skipanir – hvør hevur atgongd til hvat, og hvør samskiftir við hvønn
  • Tað skal ikki vera neyðugt hjá stovnum at fara í samráðingar við aðrar stovnar ella veitarar, hvørja ferð tørvur er á at fáa fatur í upplýsingum hjá hvørjum øðrum
  • Tað eigur at verða skrásett, tá skipanir samskifta, men ikki hvat verður samskift
  • Tað eigur at vera møguligt hjá einum borgara at síggja, hvør ið hugt eftir upplýsingum um hann

Share