Hvat er grunddáta?

Grunddáta eru grundleggjandi upplýsingar, ið verða brúktar av flest øllum almennum myndugleikum, borgarum og virkjum. Hesi fevna í fyrstu atløgu um upplýsingar um persónar, virki, fasta ogn, bilar, bátar, adressur, topografisk kort, myndakort, matrikulkort og lendisskipanir.

Grunddáta er virðismikið tilfeingi hjá øllum samfelagnum. Landið og kommunurnar brúka hesi til at røkja sínar fyrisitingarligu uppgávur, til dømis í sambandi við skatting, veitingar til borgarar, byggimál, tilbúgving og so framvegis. Vinnulívið brúkar til dømis grunddáta í samskifti við tað almenna, skrásetingar av viðskiftafólki og til menning og skapan av nýggjum arbeiðsplássum, til dømis innan KT-vinnuna. Við hvørt stendur tað eisini um lív, um grunddáta eru skeiv ella ikki dagførd, til dømis í samband við tilbúgving, tá ein persónur fær medisin útflýggja og tá vandi er fyri at háspenningskáplar verða grivnir av.

Á hvørjum ári brúka vinnan og tað almenna tíð og pening til at umsita grunddáta. Sum er, er atgongdin til føroysk grunddáta heldur tvørlig og í ávísum førum eisini kostnaðarmikil. Tí kemur tað meira enn so fyri, at vinna og myndugleikar velja sjálvi at skráseta hesi grunddáta. Slíkar ferfaldar skrásetingar elva ofta til feilir, tí vandi er fyri, at onkur skrá ikki verður dagførd og tí inniheldur gomul dáta. Meginreglan er, at tann stovnurin, sum viðger ein ávísan grunddátalut, til dømis ein persón, altíð hevur teir rættastu og best dagførdu upplýsingar um henda lut. Hetta verður ofta dagført í tí lokalu skránni, men tað verður ikki sent víðari til felagsskránna. Tí uppliva flest allir stovnar, at teirra egna dáta er rættast.

Tað hevur verið ført fram, at grunddáta eru sera virðismikil í samband við menning av nýggjum vinnu­møguleikum. Verður atgongdin til hesi dáta gjørd frí og ókeypis, kunnu serliga KT-fyritøkur brúka hesa vitan til at menna nýggjar vørur og tænastur, ið aftur kunnu elva til menning og nýggj arbeiðspláss. Tað er tó sera torført at máta hesa menning, og tí er tað óvist, í hvønn mun hetta ger seg galdandi.

Ein samskipan av føroyskum grunddáta skapar tó góðar fortreytir fyri einum øktum talgildum samskifti millum borgaran, vinnulívið og almennar myndugleikar. Í Estlandi hava tey mett, at smidligari samskifti hevur spart 2% av bruttotjóðarúrtøkuni, tí óneyðuga arbeiðið av dupultskrásetingum er minkað. Sostatt er samskipan av grunddáta ein fortreyt fyri øktari talgilding av samfelagnum og eisini ein týdningarmikil fyritreyt fyri ætlaninar um at skipa ein talgildan samleika í Føroyum.

Hvat skal skrásetast?

Grunddáta skal innihalda eitt minstamál av upplýsingum. Stutt sagt skulu bert upplýsingar, sum eru felags fyri allar partar, eyðmerkjast sum grunddáta. Hevur ein stovnur serlig dáta, so eiga hesi verða knýtt at grunddáta í einari lokalari skrá hjá hesum stovninum.

Share