Adressuskráin
Adressuskráin inniheldur allar adressur í Føroyum. Tær eru eymerktar við einum L-tali, sum allar aðrar skipanir vísa til, t.d. Persónsskráin.
Endamálið og heimildirnar við Adressuskipanini eru lýst í:
- Løgtingslóg nr. 17/2002 um adressur
- Kunngerð nr. 69/2004 um adressur
Skráin inniheldur:
- L-tal
- Húsanr
- Vegur
- Kommuna
- Postnr
- Knattstøða (x,y)
Broytingar, innlesingar og útlesingar
Umhvørvisstovan góðkennir og skrásetir adressur, og av tí at títtleikin er lágur, so er arbeiðsbyrðan ikki stór. Kommunur eru adressumyndugleiki og skráseta adressueindir í samtarvi við Umhvørvisstovuna. Adressurnar enda í kortal.fo, har øll hava atgongd til adressurnar.
Dagførdar fílur við adressum eru tøkar á www.us.fo
Adressurnar fylgja við, tá persónsdáta verða send út frá FOLK/LFY.
Samanumtøka
Hóast tað kann tykast innlýsandi, hvat ein bústaður er, so er støðan ikki heilt so greið í veruleikanum. Ymiskir stovnar skilja adressuhugtakið ymiskt.
Tað er allarhelst orsøkin til, at tað verður nevnt adressa og ikki bústaður. Ein bústaður er vanliga, har ein persónur býr, men hann kann eisini hava fleiri bústaðir, eina postadressu og eina Taks-adressu. Ein persónur kann eisini vera bústaðarleysur, men hava eina Taks-adressu.
Adressuskráin skal ikki taka hædd fyri, at ein persónur kann hava fleiri ymiskar bústaðir, tí hetta verður loyst við at knýta fleiri adressur til ein persón, men adressuskráin skal kunnu innihalda adressur, sum bert eru postadressur, t.d. postboksir ella eina staðseting av persónurm, sum eru heimleysir ella búgva í einum húsvogni.
Vit meta, at adressuskráin er búgvin í mun til tær flestu skráirnar, men har mangla møguleikar til at skráseta adressur, sum fella eitt sindur uttanfyri.