Matrikul

Endamálið og heimildirnar við Matrikulskipanini eru lýst í:

  • Løgtingslóg nr. 64/1962 um matrikulering og sundurbýti v.m.
  • Løgtingslóg nr. 11/1970 um eigaraíbúðir.
  • Kunngerð nr. 14/2009 um gjøld

Skrá:

  • Matrikul nummar
  • Lutir
  • Felagslutir
  • Uttangarðslutir
  • Málsyvirlit

Savn (dokumentasjón):

  • Málibløð
  • Góðkenningarskriv
  • Høvuðskort (yvirlit)

Broytingar og innlesingar

Uppmátingar og úrslit frá málsviðgerð á Umhvørvisstovuni verða skrásettar í skránna.

Hesi skráseta síni data on-line umvegis FDS:

  • Landsverk
  • Føroya Tele
  • SEV
  • Klaksvík
  • Tórshavn

Útlesingar og fyrispurningar

Kort og dátabasu-fílur verða útlisin til kommunur.

Næstan alt, sum verður skrásett sæst á kortal.fo og liggur alment frammi.

Skrásetingar uttanfyri

Tað er ikki kannað nærri, men vit kunnu vænta, at kommunur, borgarar, meklarar og vinnulívið, í breiðum høpi, hvør í sínum lag skráseta størri ella minni nøgdir av upplýsingum, sum hoyra til matrikulnummur.

Samanumtøka

Í fyrsta umfari er neyðugt at menna bæði tinglýsingar- og matrikulskipanirnar soleiðis, at hesar koma upp á sama tøkniliga stig sum Landsfólkayvirlitið. Samstundis mugu skráirnar standardiserast, so til ber at samskifta við aðrar skráir. Harafturat verður talgildingin av øllum tilfarinum, sum finst í hesum skráum, skipað í eina fasta tilgongd, so eisini hetta verður tøkt hjá brúkarunum. Á henda hátt verða m.a. neyðugar fortreytir skaptar fyri eini komandi talgildari tinglýsing.

Share