Persónsskráin
Persónsskráin er tann mest sentrala skráin í umsitingarligum høpi. Hetta er tann skráin, sum verður brúkt í flestu støðum, og eisini tann, sum verður mest viðlíkahildin dupult.
Persónsupplýsingar eru knýttar til næstan øll mál og uppgávur hjá tí almenna, og hinvegin er borgarin við sínum samleika og upplýsingum tann týdningarmesti parturin í einum samfelagi.
Søguliga hevur tað verið ein sentral navnaskrá í mainframe umhvørvinum á Elektron, og hendan skráin hevur verið deild ímillum stovnarnar, sum koyrdu í sama umhvørvinum, t.d. Landsfólkayvirlitið, Taks og Gjaldstovan. Hetta er vorðin ein integreraður partur í fleiri skipanum, og kann tí ikki takast burturúr ella flytast til annað umhvørvi. Av tí at hetta er tann elsta persónsskráin, so verður hon eisini brúkt til tey flestu samskiftini av persónsdata.
Í 2010 fór Umhvørvisstovan undir at menna eina nýggja persónsskrá við nýggjari tøkni, sum ikki liggur á mainframinum hjá Elektron. Úrslitið er ein nútímans skipan við fleiri nýggjum hentleikum. Nýggja skipanin verður vanliga nevnd FOLK, meðan gamla skipanin á mainframinum verður nevnd LFY. Hóast ein nýggj skipan varð ment, koyrir tað gamla LFY framvegis sum tað plagdi, og tað gevur fleiri avbjóðingar.
Endamálið og heimildirnar við FOLK skipanini er lýst í:
- Løgtingslóg nr. 41/2007 um fólkayvirlit
- Kunngerð 161/2011 um royndarskipan um gjøld fyri upplýsingar
- Bekendtgørelse af nordisk overenskomst af 1. november 2004 om folkeregistrering
Skráin inniheldur:
- P-tal
- Navn
- Adressa (L-tal, sum vísur til Adressuskránna)
- Kyn
- Borgarastøða
- Foreldramyndugleiki
- Ríkisrættarstøða
- Limur í fólkakirkju
- Sjálvræði
- Skannaði persóns- og familjukort
- Søgulig dáta
Broytingar og innlesingar
Ein stórur partur av broytingum hava uppruna í pappírsformi, telefonsamrøðum og teldubrøvum frá:
- Prestum
- Ríkisumboðnum
- Sorinskrivaranum
- Kommunum, ið ikki brúka web-markamót
- Tá ein persónur sjálvur fráboðar eina broyting
Tað, sum kemur inn sum pappír, telefon ella teldubræv, verður tøppað inn av starvsfólki á Umhvørvisstovuni. Umframt hetta, so er ein heimasíða, har persónar verða stovnaðir. Hetta gera:
- Størri kommunur, sum skráseta flyting
- Ljósmøður, sum skráseta føðing
- Taks, sum skráseta persónar, ið flyta til landið
Mannagongdin í sambandi við stovningar og broytingar ger, at ein ávís seinking er frá, at tað verður staðfest, at ein feilur ella broyting er í einari skráseting til, at broytingin er staðfest í skipanini.
Taka vit stovning fyrst, so verða allir persónar stovnaðir í FOLK-skipanini. Orsøkin er, at persónurin skal hava eitt p-tal, og hetta verður framleitt í FOLK. Tað eru ljósmøður á Landssjúkrahúsinum, sum stovna persónar við føðing og tekur tað minst 2 dagar frá, at ein persónur verður stovnaður til at upplýsingarnar koma aftur til Talgildu Heilsuskipanina (THS). Hetta ger, at ljósmóðurin tøppar persónin inn á bæði FOLK og THS, so at tey kunnu skráseta barnið beinanvegin.
Fyri Taks er umleið tað sama galdandi, men tey fáa so skrásetingina dagin eftir. Við hvørt tekur tað tó longri tíð av tøkniligum ávum. Tað er arbeiðskrevjandi at gjøgnumganga listarnar og tøppa tað inn afturat, sum Taks skrásetir, umframt tað, sum skal inn á FOLK.
Broytingar verða ikki skrásettar online, undantikið adressubroytingar, sum kommunurnar gera. Skeivleikar, sum til dømis skeiv nøvn, skeivt p-tal, skeiv adressa, verða avgreiddir við einari manuellari umbøn, til dømis við einari uppringing. Hetta viðførir, at tað kann taka dagar og vikur at skráseta eina broyting og við hvørt verður tað ikki gjørt.
Í til dømis Estlandi ber ikki til hjá øllum stovnum at gera broytingar í persónsskránni online. Tær røttu mannagongdirnar skulu fylgjast, tað vil siga at persónurin skal fráboða eina broyting hjá kommununi ella Umhvørvisstovuni. Tað hevði lætt nógv um skrásetingina, um borgarar sjálvir kunnu fara inn at rætta sínar grundupplýsingar, gjarna á staðnum, um har er internet.
Tað, at tað tekur langa tíð at skráseta broytingar, hevur ført við sær, at fleiri stovnar hava valt at skráseta broytingar og rættingar lokalt beinanvegin. Hesar broytingar verða antin yvirskrivaðar, tá ein dagføring kemur frá FOLK, ella verða tær liggjandi til tær manuelt verða strikaðar aftur. Tað fyrra viðførir viðhvørt, at tann rætta skrásetingin verður yvirskrivað av dagføringini, um FOLK ikki hevur megnað at fingið skrásett broytingina, og tann seinna viðførir, at broytingin við tíðini verður skeiv, tí at persónurin flytir ella annað, og hetta verður rættað á FOLK, men ikki lokalt. Tað vil siga at báðir hættirnir viðføra trupulleikar í longdini.
Útlesingar og fyrispurningar
FOLK hevur eisini eitt markamót, har til ber at spyrja eftir einari partmongd av dáta. Tey, sum brúka hetta, eru millum annað:
- ALS
- MínBoks
- Kringvarpið
- Trygdargrunnurin
- Tingbókin (Tinglýsingin)
- Almannaverkið
- Landsapotekarin
- Landssjúkrahúsið
Gamla LFY, sum verður brúkt av Taks og Gjaldstovuni, fær eina útlesing eina ferð um vikuna. Hetta avritið verður sent víðari til millum onnur:
- Akstovuna
- Almannaverkið
- Apotekið
- Hagstovuna
- Talgildu Heilsuskipanina
"E-trans skipanin" hjá Elektron verður brúkt til at senda og móttaka við. Tórshavnar kommuna ger eina synkronisering við FOLK hvørja nátt, sum inniheldur allar broytingar frá FOLK.
Umframt hetta, so hevur Hagstovan serliga atgongd beinleiðis í FOLK dátugrunnin.
Skrásetingar uttanfyri FOLK
Umframt hesar nevndu skipaninar, so finnast nógvar aðrar skráir, sum koyra fullkomuliga leyst frá FOLK og LFY. Til dømis hava flestu kommunurnar antin eina ella fleiri serstakar telduskipanir ella pappírsskrásetingar, til dømis:
- Lønarskipan (Felagsløn, Løttløn, Lundin og Excel)
- Journalskipan (360, Infodesk, Com-data Journal og aðrar)
- Starvsfólkaskipan (Formula og Nema)
- Fíggjarskipanir (Lundin, Navision og aðrar)
- GIS-skipan frá Munin
- Barnatannlæknin (al dente skipanin)
- Aðrar skipanir, til dømis til barnagarð, bátapláss, bíðilistar, vaktplan, bókasavn
- Næmingar (First Class og kervi.fo)
Kommunurnar hava ofta mett, at tað loysir seg ikki at binda hesa skipaninar í FOLK, tí kostnaðurin er hægri enn tað kostar at tøppa dáta dupult inn. Tað er allarhelst ein avleiðing av, at nógvar ymiskar skipanir eru, og at flestu kunnu heldur ikki uttan víðari broytast, tí tær eru standardskipanir. Hetta avhongur tó av støddini av kommununi, tí tær størru hava gjørt eina ávísa samansjóðing av skipanum.
Ein avleiðing av, at so nógvar skipanir eru, er, at ofta eru ikki allar dagførdar. Í smærri og miðalstórum kommunum kemur fyri, at deyði verður skrásettur við at lurta eftir andlátunum í útvarpinum hjá Kringvarpinum. Um tey kenna persónin aftur, so verður tað skrásett í skipanunum. Um ikki, so kemur tað seinni. Tað er tó ein staðfesting, at skrásetingin við deyða ikki kemur út til allar skipanir sum tað átti. Her verður eisini hugsað um privat virki, sum til dømis peningastovnar, tryggingar, fjarskiftisfeløg og so framvegis. Tað órógvar sjálvandi tey, sum sita eftir, at fáa brøv til ein, sum ikki longur er millum okkum.
Støða við persónsdáta á kommunum er sera fløkt, tí kommunurnar eru ymiskar, og hava ymiskan tørv og førleikar at menna serskipanir. Har er tó eitt ynski frá kommunum um at menna felags skipanir, sum allar kunnu fáa ágóðan av. Til dømis um størru kommunurnar menna skipaninar, og hetta so seinni verður bjóðað til smærru kommunurnar, tá tað er innkoyrt.
Tann almenna fyrisitingin hevur eisini fleiri serskipanir, sum ikki tosa við LFY ella FOLK. Hetta kemur fyri í øllum ráðunum, t.d. mynstringarlistar á skipum, eigarar og nevndalimir í partafeløgum, næmingalistar og aðrar minni skráir. Í sambandi við sjúkraflutning og tilbúgvingarskipanir kann hetta verða lívshættisligt. Til dømis kann adressan vera skeiv, ella, tá talan er um ein bygning við fleiri íbúðum, so er tað ikki altíð greitt, hvar persónurin, sum skal bjargast, er staddur.
Vinnulívið skrásetir eisini nógvar persónsupplýsingar, og serliga virki og feløg, sum hava nógv samskifti við einkultpersónar kunnu fáa gagn av einari atgongd til navnalistar og adressulistar. Bankar og tryggingarfeløg fáa regluliga eitt avrit av LFY, men har eru nógv onnur, sum kunnu fáa gagn av røttum persónsupplýsingum. Sum dømi kunnu nevnast fjarskiftisveitarar, fakfeløg, ítrottarfeløg, áhugafeløg og onnur feløg/virkir við longum limalistum.
Ein skipan, sum hevur verið umrødd í seinastuni, er skipanin, sum útskrivar valkort. Her kunnu skeivar skrásetingar vera ein vandi fyri fólkaræðið, og tað hevur stóran týdning, at allar atkvøður koma til sín rætt.
Samanumtøka
Fylgjandi mynd lýsur ein part av samskiftinum av persónsdata. Myndin er tó ikki altfevnandi, men lýsir høvuðspartarnar.
Út frá myndini og greiningini sæst, at tað kann taka upp til eina viku, áðrenn ein skráseting kemur fram til ein stovn. Hetta er sjálvandi ikki nøktandi, tí vanliga henda skrásetingar og broytingar í samband við, at ein borgari hevur eitt samskifti við tað almenna, og tí er tað umráðandi, at skrásetingin kemur út beinanvegin. Við hvørt tekur tað enn longri tíð av menniskjaligum ella tøkniligum orsøkum.
Har finnast eisini fleiri avbyrgdir partar, sum ikki móttaka dagføringar. Hetta ger, at ein broyting bert kemur út, um borgarin setur seg í samband við allar stovnar, eisini teir avbyrgdu.
Ynski hava verið um, at FOLK skrásetir og viðlíkaheldur fleiri upplýsingar, sum t.d.:
- húski, hetta eru tey sum búgva saman sum ein familja
- mynd, passmynd elka líkandi
- fingraprint, (hetta krevur økta trygd)
- kalendari til at skráseta avtalur við til dømis lækna, málsviðgerða, bilsýn, foreldrafundir, barnatannlækna, boylatannlækna, serundirvísing, innskriving í skúla, royndir, rættarfundir osv.
- teldupoststað
- fartelefon
- kontunummar í peningastovni
- adressu uttanlands
Um hetta skal liggja hjá FOLK, ella eitt annað felags stað, hevur ikki so stóran týdning, so leingi upplýsingarnar eru atkomuligar umvegis eitt standardiserað markamóti, og at sama eyðmerking verður brúkt.