Virkisdáta

Í dag verða virkir skrásett í tveimum støðum, hjá Skráseting Føroya og hjá Taks.

Endamálið og heimildirnar hjá Skráseting Føroya eru lýst í:

  • Løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagslógin)
  • Løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011 ...  lóg um vinnurekandi grunnar ...

Skráseting Føroya hevur tvær skráir til at skráseta í:

  • Virkisskrá, har P/F, SP/F og vinnurekandi grunnar verða skrásettir. V-talið verður brúkt sum eyðmerking, og harumframt verður eisini skrásetingarnummarið hjá felagnum, PF-talið, brúkt
  • Felagsskráin, har áhugafeløg og vinnurekandi grunnar, ítrottarfeløg og líknandi kunnu lata seg skráseta. Verður ofta nýtt, tí tørvur er á at skráseta viðtøkur og reglugerðir eitt alment stað.

Skráirnar hjá Skráseting Føroya innihalda fylgjandi upplýsingar, sum ikki eru í hinum skráunum:

  • Leiðsla
  • Stovningardagur
  • Starvsfólkatal
  • Partapeningur
  • Endamál
  • Viðtøkur
  • Nevnd
  • Grannskoðari
  • Roknskaparskjøl

Taks hevur eina felags skrá til øll vinnurekandi feløg:

  • Vinnuskráin inniheldur øll vinnurekandi feløg sum gjalda MVG og/ella skatt

Skráin hjá Taks inniheldur roknskaparlig tøl, mvg og skatt talgilt.

Taks metir, at Vinnuskráin inniheldur øll relevant vinnurekandi feløg og tí er dekkandi. Skráseting Føroya metir hinvegin, at teirra skráir eisini eru dekkandi, og at tey hava eisini skrásett feløg, sum ikki eru vinnurekandi.

Fylgjandi upplýsingar ikki heilt dagførdar:

  • Telefonnummar
  • Telefaxnummar
  • Heimasíða
  • Teldupoststaður

Arbeitt hevur verið við einari virkisskrá í longri tíð, og sambært kanningini "Forkanning um felags virkisskrá í Føroyum" 2004, so er breið semja um at ein felags virkisskrá eigur at skipast.

Niðurstøðan í forkanningini frá 2004 var: at ein Eindarskrá skal skipast undir Skráseting Føroya. Í Eindarskránni skulu allar sjálvstøðugur organisatoriskar eindir í Føroyum skrásetast. Støði skuldi takast í verandi virkisskrá hjá Toll & Skattstovu Føroya (T&S).  Harumframt skuldi skrásetast tær eindir, sum mangla í nevndu virkisskrá í dag, deildir og skip, og upplýsingar um eitt nú leiðslu og starvsfólkatal skulu leggjast afturat. Forkanningin vísir, at flest øll onnur lond longu hava felags virkisskráir ella eindarskráir.

Støðan er ikki nógv broytt síðan 2004, og tí er niðurstøðan framvegis relevant. Í hesi deil-verkætlanini taka vit tó ikki støðu til, hvar skráin skal liggja, men tað er staðfest, at tørvur er á einari felags skrá, sum er dekkandi, og sum verður nágreiniliga viðlíkahildin. Tørvurin líkist tørvinum, sum er til perssónsskránna. Ein felags eyðmerking av virkjum, deildum og framleiðslueindum er eisini ein treyt fyri eitt vælvirkandi teldusamskifti.

Broytingar og innlesingar

Í dag verða stovningar og broytingar gjørdar manuelt, bæði hjá Skráseting Føroya og hjá Taks, men ynski eru um, at skrásett virkir í ávísan mun skulu kunna gera broytingar og skrásetingar við einum on-line formulari.

Útlesingar og fyrispurningar

Eitt partafelag ella smápartafelag verður vanliga stovnað fyrst í Skráseting Føroya. Hetta verður gjørt við, at útfylla neyðugu skjølini, sum verða tøppaði inn í skipanina hjá Skráseting Føroya. Taks hevur eina web-atongd, har tey síggja upplýsingar um nýggj feløg. Taks tøppar so hetta inn í teirra skipan og leggur tað aftrat, sum er neyðugt fyri Taks.

Skrásetingar uttanfyri

Skráseting av virkjum fer fram næstan í øllum støðum, har vinnuligt virksemi fer fram, og eisini í kommunum og miðfyrisitingini, sum samskifta við vinnulívið. Tað er sostatt eitt sera umfatandi dupultarbeiði, sum fer fram. Flestu partarnir brúka ymiskar eyðmerkingar av feløgum. Í ES er tað eitt krav at skráseta V-tal í samband við fakturering, so at tað ber til at spora vørugongdir.

  • Hagstova Føroya viðlíkaheldur upplýsingar um vinnugreinar í Vinnuskránni hjá T&S. Hetta verður gjørt beinleiðis í skránni.
  • Skipaskrásetingin hevur upplýsingar um øll skip og bátar niður til eina ávísa stødd.
  • Føroya TELE hevur í sambandi við Virkisskránna gulu.fo innsavnað upplýsingar um leiðslu, stovningarár og starvsfólkatal fyri nógv av teimum virkjum, sum hava latið seg skrásett har. Føroya TELE hevur eisini telefon- og telefaxnummurini hjá teimum, sum V-tal.
  • Vodafone hevur eins og Føroya TELE upplýsingar um telefon- og telefaxnummurini hjá teimum. Tó hevur Vodafone ikki higartil skrásett V-talið hjá eindunum.
  • FO-umsitingin hevur upplýsingar um, hvørji virkir (eyðmerkt við V-tali) eiga hvørji .fo navnaøki.

Samanumtøka

Hagstovan hevur eitt ynski um at skráseta, hvussu stórur partur av handlinum í Føroyum er innanhýsis, og hvussu nógv er inn- og útflutningur. Umframt hetta, so er áhugi í at vita, hvørjar vinnugreinar handla sínamillum. Ætlanin er at nýta hetta til at gera búskaparmyndlar, sum kunnu geva ábendingar um, hvussu eitt nú fíggjarlógin og stuðulsskipanir ávirka vinnulívið. Við verandi skrásetingarmynstri er hetta ógjørligt, men ein felags lykil hevði lætt munandi um.

Hagstovan hevur eisini eitt ynski um, at deildir verða skrásettar, tí í dag verður hetta gjørt tilvildarligt, alt eftir, hvussu eitt virki velur at skráseta seg. Ynski er eisini um at skráseta niður á framleiðslueindir, og umframt hetta eisini skráseta tímanýtslu hjá starvsfólkum á hvørjari framleiðslueind og deild.

Ein av niðurstøðunum í forkanningini í 2004 var at:

At tað má vera lógarbundið, at eindirnar:

 a)   lata seg skráseta í felags virkisskránni, og

b)   boða frá, tá onkur skrásett upplýsing verður broytt

Dentur bleiv lagdur á, at sanktiónsmøguleikarnir skulu vera álvarsligir, um feløg ikki gera eftir hesum, tí annars er vandi fyri at neyðugu upplýsingarnar ikki eru tøkar.

Hetta hevur eisini verið nevnt í samband við hesa deil-verkætlanina. Mælt verður til at gera eina felags minstuskrá, sum skrásetir øll feløg eftir einari reglugerð, so at hetta verður skrásett sambært veruleikanum.

Share