Rakstrarbygnaður

So hvørt talgildingin verður sett í verk, er neyðugt, at viðkomandi myndugleikar fáa ábyrgdina av at røkja tær uppgávur, sum talgildingin hevur við sær. Neyðugt verður við einum myndugleika, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina fyri talgildingini, so at tað verður ein felags kós fyri land, kommunur, vinnu og borgarar. Hesin myndugleikin skal hava ábyrgdina av at leggja ætlanir fyri talgilding, hava umsjón við, at KT lógir og trygdarkrøv verða hildin, gera leiðreglur og politikkir og standa fyri menning, rakstri og support av talgildanaruppgávunum. Talan verður um at røkja og menna talgilda samleikan, heldina og felags loysnirnar innan talgildar tænastur.

Í teimum grannalondum, sum eru komin væl áleiðis á talgildanarleiðini, eru stovnar, sum hava myndugleika og ábyrgd av talgildingini. Í Føroyum finst eingin stovnur, sum hevur hesar uppgávur um hendi.

Lagt verður upp til, at KT Landsins, sum í dag røkir og mennir KT umhvørvið fyri umleið 60% av landsins stovnum, fær henda myndugleika. KT Landsins hevur frammanundan fleiri av teimum førleikum og royndum, sum eru neyðugar fyri at røkja hesar nýggju uppgávur.

Myndin niðanfyri er uppskot til ein framtíðar bygnað fyri KT Landsins, har nýggju uppgávurnar, sum standast av talgildingini eru við.

Tveir týðandi tættir í nýggja bygnaðinum eru talgildingaráðið og ráðgevandi toymini.

Talgildingaráðið

Fyri at tryggja, at allir týðandi áhugabólkar stuðla og eru við í menningini av talgildingini, verður eitt ráð, mannað við fólki frá lands- og kommunumyndugleikum, sett á stovn. Ráðið fær til uppgávu at viðgera og taka støðu til strategiskar spurningar viðvíkjandi talgildingini. Ráðið fær tilmæli til viðgerar og støðutakan sum stápsfunktiónin ‘ Menning’ orðar. Ráðið kann eisini sjálvt bíleggja viðgerð av strategiskum evnum.

Ráðgevandi toymið

Fyri at tryggja, at allir viðkomandi áhugabólkar stuðla og eru við í menningini av einstøku tænastunum, verður eitt ráðgevandi toymi fyri hvørja tænastufunktión, mannað við fólki við tøkniligum førleikum frá viðkomandi áhugapørtum, sett á stovn. Dømi um møguligar áhugabólkar fyri t.d. samleika eru bankar, telefeløg, tøkniligir serfrøðingar, umboð frá viðkomandi stovnum og kommunum og herumframt aðrir serfrøðingar eftir tørvi sum t.d. løgfrøðingar.

Toymið fær til uppgávu at tryggja góðsku og munadygd (effektivisering). Tað verður gjørt við at viðgera rakstrar- og menningarspurningar, koma við tilmælum um broytingar og virka sum ráðgevar fyri tænastufunktiónina.

Share