Tænastufunktiónir
KT Landsins hevur frammanundan tvær tænastufunktiónir, Landsnet og Búskaparskipanina. Við tí bygnaði, sum lagt verður upp til, verða tríggjar nýggjar tænastufunktiónir, Samleiki, Tænastur og Heldin. Talan er ikki um tríggjar nýggjar deildir, men um tænastufunktiónir, sum allar hava fýra tvørgangandi sløg av uppgávum, 'leiðsla', 'menning', 'rakstur' og 'kundatænasta'. Hetta merkir, at t.d. ein leiðslupersónur hevur ábyrgdina av fleiri av tænastufunktiónunum. Haraftrat er eitt ráðgevandi toymi knýtt til hvørja tænastufunktión. Meir um ráðgevnadi toymi, niðast á hesi síðu.
Leiðsla
Ábyrgdarhavandi í teim ymisku “Tænastufunktiónunum”, hava ávísar ábyrgdir, t.d. at seta krøv til menning og umsiting av teirra tænastu, sum er liður í landsins KT umhvørvi. Leiðslan hevur ábyrgd av at orða útboðstilfar, politikkir, standardir og mannagongdir (verkgongdir) og skal standa fyri at effektivisera, greina og tryggja, at skipanir og mannagongdir eru brúkaravinarligar.
Menning
Øll menning og forritan av nýggjum loysnum verða sum meginregla forritað og ment av uttanhýsis veitarum. Um ikki serlig viðurskifti gera seg galdandi, skulu allar menningaruppgávur bjóðast út í kapping millum veitarar.
Rakstur
Hýsing og rakstur av servarum og skipanum verða í størstan mun veitt út. Um ikki serlig viðurskifti gera seg galdandi, skulu allar rakstraruppgávur verða bjóðaðar út í kapping millum veitarar.
Support
Brúkarahjálp verður í størst møguligan mun veitt út. Støða skal takast til, um øll brúkarahjálp skal verða veitt út, ella um tað, sum verður rópt 1st. level support, skal verða veitt innanhýsis.
Uppgávur
Umframt Landsnet og Búskaparskipanina, verður mælt til, at KT Landsins fær ábyrgd av trimum nýggjum tænastum, tá tær fara í rakstur, Samleikin, Heldin og felags tænastur, og við teimum koma nýggjar uppgávur. Niðanfyri verða høvuðsuppgávurnar fyri tær einstøku tænasturnar lýstar, harav fleiri av uppgávunum verða veittar út til aðrar partar at útinna. Les um útveiting her.
- Talgildar tænastur
Felags tænstuportalurin verður umsitin av Tænastufunktiónini, sum:
- mennir og umsitur felags tænastuportalin
- orðar og umsitur menningarleiðreglur
- orðar verk- og mannagongdir
- er web redaktión
- hevur ábyrgd av tøkniliga rakstrinum
- viðger umsóknir frá stovnum, kommunum og virkjum um at knýta portalar og tænastur í felags portalin
- stýrir atgongd og knýti av portalum og tænastum í felags portalin
- kunnar áhugaðar partar um broytingar, nýggjar sleppingar og annars økir av áhuga
- veitir ráðgeving og hjálp til borgarar, myndugleikar og KT veitarar og mennarar
- Samleikin
Samleikin verður umsitin av Samleikafunktiónini, sum:
- mennir og umsitur Samleikan
- mennir og umsitur sertifikatiónsdepil
- ábyrgd av lyklaumsitingini (útflýggjar, steingjir og útflyggjar nýtt kort, um hesi eru burturmist)
- hevur ábyrgd av tøkniliga rakstrinum
- hevur ábyrgd av at skjalfesta (dokumentatión og mannagongdir)
- kunnar áhugaðar partar um broytingar, nýggjar sleppingar og annars økir av áhuga
- veitir ráðgeving og hjálp
- Heldin
Heldin verður umsitin av Heldarfunktiónini sum:
- mennir og umsitur Heldina
- mennir og umsitur sertifikatiónsdepil
- orðar politikkir og mannangongdir
- hevur ábyrgd av tøkniliga rakstrinum
- viðger umsóknir frá stovnum, kommunum og virkjum um at knýta seg í Heldina
- stýrir, hvør hevur atgongd til hvørjar tænastur undir hvørjum treytum
- eftirkannar, at treytirnar støðugt verða hildnar
- veitir ráðgeving og hjálp