Trygd

KT-trygd er í dag ein avgerandi táttur í menning og rakstri av telduskipanum og -kervum sum heild. Tá ið tænastur verða gjørdar tøkar á internetinum, økist tørvurin fyri trygd, tí at nú snýr tað seg ikki einans um at verja seg á einum innanhýsis neti, men um verju á internetinum sum heild. Hesin tørvur veksur so hvørt, sum fleiri og fleiri dátur og tænastur verða tøkar á internetinum. Henda uppgáva verður á enskum rópt cyber-security.

Neyðugt verður við einum myndugleika, sum skal hava ábyrgdina av KT-trygdini fyri felags talgildanartænastur: Heldin, felags portalar og samleika. Myndugleikin skal hava kunnleika um rák innan KT váðar á internetinum umvegis altjóða netverk innan øki (CERT), skal vegleiða í KT trygd, skal fáa fráboðanir um KT trygdarhendingar, sum eru týðandi fyri talgildingina, og skal verða partur av einum tilbúgvingartoymi innan KT økið. Harumframt skal stápsfunktiónin menna og orða trygdarkrøv, politikkir og standardar og handfara ávaringar og kunning til almenningin. Støða skal takast til, hvar hesin myndugleiki skal vera.

Share