Útveiting

Meginregla fyri Talgildu Føroyum er, at tær uppgávur, sum kunnu, eiga at verða veittar út.

Henda meginregla verður nýtt á verandi tænastum hjá KT Landsins, Landsneti og BSL, har á leið 50% av uppgávunum verða veittar út. KT Landsins hevur eisini í umbúna at halda fast í hesari meginreglu fyri talgildingaruppgávurnar. Hugsast kann, at onkrar uppgávur, at byrja við serliga innan rakstur, verða røktar innanhýsis, men so skjótt tað er ráðiligt, eiga eisini hesar uppgávur at verða veittar út.

Innanhýsis

Meginreglan er, at allar leiðslu- og myndugleikauppgávur verða røktar innanhýsis av KT Landsins. Uppgávurnar eru at gera útveitingartilfar (kravfestingar o.t.), hava ognarskap av dátugrunnum og skipanum, at standa fyri og at orða sáttmálar (keyps- og rakstrarsáttmálar/SLA), umsita sáttmálar, hava eftirlit við rakstri og rakstraravtalum, standa fyri projektleiðslu, menna talgildar verkgongdir og skriva strategiir, politikkir, leiðreglur o.tíl. Hetta krevur samstundis, at KT Landsins hevur førleikar innan øll tey nevndu øki. 

Útveiting

Meginreglan verður, at allar fremjandi uppgávur, so sum menning av dátugrunnum og skipanum, hýsing og rakstur av skipanum, og support av skipanum, skulu verða veittar út, um ikki serlig orsøk er fyri ikki at gera tað. Les meira um hesar uppgávur niðast á hesi síðu.

Share