Heildarætlan 2015
Heildarætlanin fyri talgilding verður framd í 2015. Bygnaðurin fyri hesa verkætlan, sum er staðfestur og virkandi, verður lýstur her.
Í fíggjarlógini 2015 hevur Vinnumálaráðið fingið játtan til at gera eina heildarætlan fyri talgilding næstu árini. Arbeiðið at orða eina heildarætlan er gjørt í samráð við Vinnumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovuna. Arbeiðið er skipað í eini verkætlan, sum hevur henda bygnað:
Arbeiðið at gera eina heildarætlan er býtt í tveir partar. Fyrri parturin var liðugur 25. juni, og úrslitið av hesum varð lagt fram í Norðurlandahúsinum. Seinni parturin snýr seg um, at ítøkiliggera arbeiðið, sum er gjørt í fyrra parti, og at fáa endaliga undirtøku og fígging fyri at fara undir verkseting av átøkunum í heildarætlanini. Í stuttum kann hetta samanberast við at byggja ein bygning, har fyrri partur er at gera eina tekning av bygninginum, meðan seinni partur er sjálv byggiætlanin. Myndin niðanfyri lýsir hvat verður framt í 2015.