Verksetingin 2016 – 2020
Bygnaðurin í verkætlanini, sum skal standa fyri verkseting av átøkunum í heildarætlanini, verður á leið tann sami, sum bygnaðurin í verkætlanin til heildarætlanina. Talan verður um eina skrá (program) við verkætlanum fyri hvørja av tænastunum (Samleiki, Heldin og Felags tænastur), sum vísa til skránna.
Ábyrgdarpersónar í framtíðarbygnaðinum fyri hvørja tænastu sær (sí kapittulin Rakstrarbygnaður) luttaka tíðliga í verksetanarskeiðnum fyri at tryggja, at vitan og førleikamenning innan tænastuøkið verður uppbygt innanhýsis.
Ein tilvísingarbólkur fyri hvørja tænastu sær, verður mannaður tíðliga í verksetanarskeiðnum. Ein tilvísingarbólkur í verksetanarskeiðnum endar møguliga sum ráðgevingartoymi í rakstrarhøpi.
Grunddátuskráirnar fara at liggja hjá ábyrgdarhavandi stovni, og fylgja møguliga ikki akkurát sama verksetanarleisti, sum tær tænastur, ið fara at liggja hjá KT Landsins.
Myndin niðanfyri lýsir, hvussu tilgongdin við verkseting av átøkunum fer fram. Hvørt átak fer gjøgnum tríggjar teinar, at fyrireika og byrja, at fremja og at enda. So hvørt sum átøkini eru liðug, og tænastan er klár at fara í rakstur, verður hon flutt til ábyrgdarhavandi rakstrarmyndugleika.