Alt á einum stað

Ein felags inngongd skal gera tað lættari, skjótari og tryggari at røkka almennum og privatum, talgildum tænastum. Ein trygg innritan, ein talgildur postkassi, ein talgild undirskrift og allar tænasturnar savnaðar á einum stað alt samdøgrið. Ein felags portalur, sum kann brúkast á teldu, teldli og telefon.

Tænasturnar skulu mennast við borgaranum í miðdeplinum. Fyrsta stig er, at borgarin sjálvur kann velja tær tænastur, honum tørvar. Næsta stig er, at skipanirnar skulu laga seg til hvønn einstakan borgara og skulu bjóða tær tænasturnar, sum eru viðkomandi í mun til t.d. aldur, hjúnastøðu og starv.

Skjótt syftir seiðir
Fleiri talgildar tænastur eru longu rættiliga framkomnar, aðrar eru ávegis; men tað eru eisini nógvir, smáir stovnar og smáar kommunur, sum ikki bjóða talgildar tænastur enn.

Ein felags portalur kann taka støði í loysnunum, sum rigga væl í dag, og kann so líðandi mennast og bjóða fram pakkaloysnir, so at tað verður lættari og bíligari at talgilda smærri tænastur eisini.

Føroya fólk eru klár til talgilding
Royndir við talgildum tænastum, sum virka í dag, vísa, at fólk eru skjót at taka hesar til sín. Ein felags portalur við afturkenniligum sniði og funkum skal gera tað enn lættari hjá fólki at brúka tænasturnar. Tær skulu frá byrjan sniðgevast við fyriliti fyri teimum fólkunum, sum hava flest avbjóðingar við at røkka talgildu tænastunum.

Skynsom umsiting
At talgilda tænasturnar eftir sama leisti sparir eisini tíð og orku í umsitingunum. Tíð, sum í dag verður brúkt til at skráseta, skipa og leita eftir upplýsingum, kann brúkast til at hjálpa og ráðgeva borgarum og vinnu og til at menna støðugt betri tænastur.

Stigvís menning
Fyrsta stig verður at menna eina lutfalsliga einfalda loysn, ið gagnnýtir verandi portalar og tænastur. Henda kann vera klár at seta í verk í 2017.

Share