Tann ósmidliga skipanin

Borgari og vinna fáa nógvar tænastur frá almennum og privatum tænastuveitarum, og samskift verður fyri tað mesta við posti og telduposti. Hetta krevur manuella avgreiðslu, sum er arbeiðskrevjandi fyri allar partar.

Ikki altíð vita borgari og vinna, hvønn tey skulu venda sær til at fáa hjálp, og tað kemur meiri enn so fyri, at tey mugu lata somu upplýsingar inn á fleiri støðum. Tað kenst bæði møtimikið og tíðarkrevjandi.

Skulu borgari og vinna hava upplýsingar um seg sjálv frá almennum stovnum, so er ofta einasta gongda leið at venda sær beinleiðis til tann, sum hevur upplýsingarnar, tí tær ikki eru tøkar á netinum.

Hetta er ikki góð tænasta. Fyri tað almenna er tað harafturat kostnaðarmikið í manuellum arbeiði og endurtøkuarbeiði.

Fyri at veita borgara og vinnu munandi betri tænastur og fyri at gagnnýta tilfeingið hjá tí almenna betur, verður hildið, at loysnin er at fáa ein portal, sum savnar tænasturnar. Borgari og vinna skulu kunna avgreiða sum mest sjálvi, og tey skulu kunna síggja upplýsingar um síni viðurskifti og fáa kunning.

Fyri at lýsa uppgávuna og finna eina loysn, hevur verið arbeitt eftir hesum arbeiðssetningi:

  • Kortleggja stovnar, virki og tænastur
  • Finna felags kós
  • Gera tilmæli um felags loysn
  • Leggja ætlan fyri næsta stig
  • Leggja langtíðarætlan
Share