Menning í trimum stigum

Ein fyrimunur við eini samansettari portalloysn er, at portalurin kann mennast í stigum, so at borgarin fær gagn av tænastunum so hvørt. Annar fyrimunur er, at hetta gevur møguleika at læra av royndunum hjá borgaranum og tillaga so hvørt.

Vit hugsa stórt, men byrja einfalt. Við at arbeiða stigvíst hava vit møguleika at fylgja rákinum, tí vit vita ikki í dag, hvussu heimurin háttar sær um t.d. fimm ár.

Strategibólkurin mælir til at fremja menningina í eitt fímm ára skeið frá 2015 til 2019. Niðanfyri er menningin lýst.

Í 2015

Fyrsta stig verður at allýsa loysnina, so at portalurin kann fara í útboð fyrst í 2016. Til allýsingina hoyrir at:

  • greina tørvin
  • kravfesta
  • sniðgeva
  • kostnaðarmeta

Í hesum arbeiði er avgerandi at taka støði í týdningarmesta áhugabólkinum, nevniliga borgaranum. Ein fortreyt fyri, at borgarin skal taka portalin til sín og fáa veruligan fyrimun av honum, er, at hann er einfaldur og ómakaleysur at brúka. Borgarin má hava lætt við at finna tær tænastur, honum tørvar, og hann má hava lætt við at fáa yvirlit yvir síni viðurskifti.

Til tess skal borgarin verða tikin við í greiningararbeiðinum. Mælt verður til at brúka serfrøðingar at skipa arbeiðið, so at tað verður gjørt á besta hátt.

Í 2017

Annað stig verður at menna eina lutfalsliga einfalda loysn, ið gagnnýtir verandi portalar og tænastur. Strategibólkurin metir, at fyrsta útgáva av einum felags borgaraportali kann vera klár longu við ársenda 2016. Tá ið talgildi samleikin er tøkur, t.e. felags innritan og talgild undirskrift, kann borgaraportalurin almannakunngerast og setast í verk. Hetta verður væntandi í 2017.

Í 2019

Sum triðja stig verður portalurin skraddaraseymaður til hvønn einstakan borgara, sum tá kann avgreiða øll síni viðurskifti á einum stað, samstundis sum hann kann fáa málrættaða og viðkomandi kunning frá myndugleikunum um viðurskifti, sum eru umráðandi fyri hann.

Út frá royndum verður síðan hildið áfram at útbyggja loysnina við nýggjum tænastum og nýggari tøkni, so at hon kann lofta teimum møguleikum, sum framtíðin fer at bjóða.

Share